Skriva út
Góð ráð til lestrarbyrjan
Umráðandi at vita
Sum nýggj/ur lesandi hevur tú eisini tína ávirkan á, hvussu tín lestrarbyrjan verður. Her fært tú nøkur góð ráð í hesum sambandi:
- Ver væl við frá lestrarbyrjan og gev útbúgvingini ein kjans
- Tak ábyrgd fyri egnari læring
- Legg til rættis og raðfest arbeiði og frítíð, og minst til, at universitetslestur er fulltíðarstarv
- Fá tær góðar rutinur og skipa gerandisdagin
- Finn skjótt saman við góðum lestrarfelagum
- Ver virkin í lestarumhvørvinum
- Fyrireika teg til at læra nakað nýtt við einum øðrum slag av undirvísarum, nýggjum læru-og undirvísingarhættum og sjálvstøðugum arbeiðslag
- Skiftið kann vera stórt – eisini hvat próvtølum viðvíkur
- Spyr teg fyri, eitt nú hjá lestrarvegleiðara, áðrenn tú rennir teg fasta/n
- Ver kristisk/ur – ikki neilig/ur – men granskandi
- Hugsa um starvslæru- og skiftismøguleikar undir lestrinum
- Halt tíðarfreistirnar
- Halt frí frá lestrinum/bólkunum av og á
- Minst til, at tað eru nógv, ið fegin vilja hjálpa tær at trívast og at røkka tínum málum.
Góðan lestrarhug!