Bachelorritgerðin

Bachelorútbúgvingin í samfelagsvísindum endar við eini bachelorritgerð, sum telur 20 ECTS. Hon verður gjørd í einum sjálvvaldum samfelagsvísindaligum evni. Evnið skal góðkennast av vegleiðara ella útbúgvingarleiðara. Bachelorritgerðin skal vera 30-35 síður (450 orð/síðu), umframt bókmentalista og skjøl. Er talan um bólkaritgerð, skulu 10 síður (4.500 orð) leggjast afturat fyri hvønn lim í bólkinum.

Bachelorritgerðin verður vard munnliga einsæris ella í bólki, men próvtal verður givið einsæris. Til verjuna verða 10 minuttir lagdir afturat fyri hvønn lim í bólkinum. Vegleiðing verður givin í sambandi við bachelorritgerð, tilsamans 10 tímar fyri hvørja ritgerð.

Føroysk/norðurlendsk ritgerð skal hava enskt úrtak (abstract). Ensk ritgerð skal hava føroyskt/norðurlendskt úrtak. Próvtalið umfatar eisini úrtakið. Ritgerðin skal hava forsíðu við heiti á føroyskum og enskum, navni og lestrarnummari hjá lesandi, navni á útbúgving, deild og universiteti og ávísing av, hvussu mong orð eru, og hvør tilvísingarleistur verður nýttur.

Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.