Skriva út

Hvat er ECTS-stigin?

ECTS er stytting fyri European Credit Transfer and Accumulation System. Hetta er eitt evropeiskt mát fyri arbeiðsbyrðu í eini útbúgving. ECTS sigur einki um torleikastig, men bert um vavið av útbúgvingini, t.d. hvussu nógv ECTS námsstig ein heil útbúgving telur ella hvat einstøku skeiðini telja. ECTS-ásetingar sambært Bologna krevja, at gjøgnumskygni er í arbeiðsbyrðu og at læruúrtøkur er orðaðar.

ECTS-stigin gongur frá A til F. A er tað hægsta tú kanst fáa og tað sama sum 12 í 7-talsstiganum. Sambært §5 í Kunngerð um próvtalsstiga og døming, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 13. november 2013, stendur at lesa um prógv og skjalaváttanir, at: 
“Á prógvum og skjalaváttanum skulu øll próvtøl sambært próvtalsstiganum verða lýst við samsvarandi bókstavi frá ECTS-stiganum sbrt. fylgiskjali 1.”

Til at áseta ECTS-námsstig á rættan hátt, er ein vegleiðing gjørd, sum nágreiniliga vísir, á hvønn hátt ásetingar skulu gerast, og hvørji onnur krøv eru tengd at ECTS-skipanini. Eitt ECTS er mett at svara til eina arbeiðsbyrðu á umleið 25 – 30 tímar (í miðal). Ein lestrarhálva svarar til 30 ECTS og fulltíðar lestur í eitt ár telur 60 ECTS. Fyri at fáa ECTS skalt tú sum lesandi havi rokkið ásettu læruúrtøkurnar og harvið hava staðið einstøku skeiðini.

ECTS-vegleiðingina finnur tú HER.