Bachelorverkætlanin
Bachelorútbúgvingin í stjórnmálafrøði endar við eini bachelorritgerð, sum telur 20 ECTS, har tey lesandi skulu gjøgnumføra eina spurdómsstýrda kanningarverkætlan innan fakøkið stjórnmálafrøði. Evni verður valt av tí lesandi, og skal góðkennast av vegleiðara ella útbúgvingarleiðara. Bachelorritgerðin skal vera 30-35 síður (450 orð/síðu), umframt bókmentalista og fylgiskjøl. Er talan um bólkaritgerð, skulu 10 síður (4.500 orð) leggjast afturat fyri hvønn lim í bólkinum.
Bachelorritgerðin verður vard munnliga einsæris ella í bólki, men próvtal verður givið einsæris. Til verjuna verða 10 minuttir lagdir afturat fyri hvønn lim í bólkinum. Vegleiðing verður givin í sambandi við bachelorritgerð, til samans 10 tímar fyri hvørja ritgerð.
Føroysk/norðurlendsk ritgerð skal hava enskt úrtak (abstract). Ensk ritgerð skal hava føroyskt/norðurlendskt úrtak. Próvtalið umfatar eisini úrtakið. Ritgerðin skal hava forsíðu við heiti á føroyskum og enskum, navni og lestrarnummari hjá lesandi, navni á útbúgving, deild og universiteti og ávísing av, hvussu mong orð eru, og hvør tilvísingarleistur verður nýttur.
Nærri kunning um og krøv til bachelorritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.