Skriva út

Lestrarráð

Sum lesandi á Setrinum hevur tú møguleika fyri at vera við til at tryggja, at útbúgvingar og undirvísingin á Setrinum er í støðugari menning. Hetta kanst tú gera við at stilla upp til lestrarráðið á tínari deild. 

Endamálið við lestrarráðunum er at tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetrinum. 

Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt mentar.

Virkisøki og heimildir

Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:

  1. Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið
  2. Góðkenna útbúgvingarprofilar og námsskipanir umframt at viðmerkja nýggjar og broyttar skeiðslýsingar
  3. Viðgera tilmæli frá útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk sum liður í eftimeting av undirvísing og útbúgvingum. 
  4. Góðkenna umsóknir um góðskrivingar og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt
  5. Stuðla undir átøk, sum menna útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya

Skipan av lestrarráði

Eitt lestrarráð er fyri hvørja deild á Setrinum. Umboð fyri lesandi verða vald fyri tvey ár í senn, meðan umboð fyri vísindastarvsfólk sita í trý ár í ráðnum. Lestrarskrivstovan skipar fyri valið av umboðum fyri lesandi í støttum samstarvið við Ráð Teirra Lesandi

Vísindastarvsfólk og lesandi  hava eins nógv umboð í lestrarráðnum, og talið av limum er hetta: 

  • Føroyamálsdeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi  
  • Námsvísindadeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi 
  • Náttúruvísindadeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi 
  • Søgu- og samfelagsdeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi 
  • Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi 

Les meira um lestrarráð í reglugerðini fyri lestrarráð á Setrinum, ið sæst til høgru á síðuni.