Útbúgvingarsíðuna hjá bachelor í samfelagsvísindum

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð. 

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Fróðskaparsetrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina, sum er galdandi fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um bachelorrverkætlanina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti.

B.S.Sc. í samfelagsvísindum

Útbúgvingin B.S.Sc. í samfelagsvísindum gevur lesandi holla vitan um samfelagsvísindaliga fakøkið og ástøðilig og háttalagslig amboð til kritiska hugsan. Lesandi fáa innlit í føroysk og altjóða samfelagsviðurskifti, og hvussu føroysku samfelagsstovnarnir hava ment seg og virka í dag. Harumframt fáa lesandi holla vitan um ástøði og arbeiðshættir innan økið, og hvussu hesi verða nýtt til at granska, lýsa, greina og loysa samfelagsvísindaligar trupulleikar og planleggingaruppgávur í nútíðarsamfelagnum. Útbúgvingin gevur somuleiðis lesandi royndir og serkunnleika í tvørvísindaligum arbeiðsháættum og spurdómsstýrdum kanningarverkætlanum.

Bachelorútbúgvingin í samfelagsvísindum skikkar lesandi til víðari hægri lestur (M.S.Sc., M.A., og samsvarandi) og gevur førleikar til størv á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. 

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.S.Sc. í stjórnmálafrøði.

Bygnaður

1.
lestrarhálva
(heyst)
 
2.
lestrarhálva
(vár)
 
3.
lestrarhálva
(heyst)
4.
lestrarhálva
(vár)
5.
lestrarhálva
(heyst)

6.
lestrarhálva
(vár)

Sosiologi

10 ECTS

Føroysk nýtíðarsøga

10 ECTS

Valfak I

10 ECTS

Valfak II

10 ECTS

Samfelags-
planlegging

10 ECTS

Globalisering og samfelagsbroytingar

10 ECTS

Grundskeið í stjórnmála-
frøði

10 ECTS

Búskapur og samfelag

10 ECTS

Antropologi

10 ECTS

Háttalag II

10 ECTS

Sosialvísindi

10 ECTS

Bachelor-
ritgerð

20 ECTS

Vísindaástøði
og háttalag

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Ritgerð II

10 ECTS

Evnisøki

10 ECTS