Masterritgerðin
Masterútbúgvingin í samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði endar við eini masterritgerð, sum verður skrivað á 4.fjórðu lestrarhálvu, og sum telur 30 ECTS. Á 3.triðju lestrarhálvu hava lesandi eitt fyrireikandi skeið til masterritgerðina, sum telur 5 ECTS, og sum er grundarlagið undir endaligu masterritgerðini.
Endamálið við masterritgerðini er, at lesandi skriva eina vísindaliga uppgávu um eitt evnið, sum er viðkomandi innan politikk og samfelagsvísindi. Masterritgerðin skal vísa, at tann lesandi hevur hegni at nýta viðkomandi háttalag og ástøði í nýtsluni av einari sjálvstøðugari greining og tulking av tí valda evninum. Tilfarið, ið verður nýtt til masterritgerðina, eigur at byggja á bæði primerar og sekunderar keldur um valda evnið.
Lesandi skulu hava staðið øll skeið á útbúgvingini, áðrenn farið verður undir at skriva masterritgerðina. Evnið í masterritgerðini skal góðkennast av útbúgvingarleiðararnum og av vegleiðaranum, sum lesandi fáa tillutað í sambandi við masterritgerðina.
Til ber at skriva masterritgerðina sum einstaklingur ella í bólki á í mesta lagi 3 lesandi. Lesandi hava rætt til í alt 5 vegleiðaratímar. Sama tímatalið er galdandi fyri lesandi, ið arbeiða í bólki. Lesandi og vegleiðarar gera sínamillum avtalur um, hvussu ofta lesandi skulu fáa vegleiðing. Áðrenn hvørja vegleiðing, skulu lesandi senda vegleiðaranum tilfar ella ætlanir at gjøgnumganga á vegleiðaratímunum.
Longdin á masterritgerðini og úrtakinum (abstract) (forsíða, innihaldsyvirlit, myndir, grafar, tabellir, fótnotur, keldulisti og fylgiskjøl ikki íroknað) skal í mesta lagi vera:
- Ein lesandi: 27.500 - 31.500 orð
- Tvey lesandi: 37.500-40.500 orð
- Trý lesandi: 47.000-50.000 orð.
Masterritgerðin verður vard munnliga. Lesandi, ið skriva masterritgerð í bólki, verða mett einsæris til munnligu próvtøkuna. Tó verður masterritgerðin mett sum eitt avrik, sum allur bólkurin sum ein eind hevur skrivað.
Nærri kunning um og krøv til masterritgerðina eru lýst í námsskipanini, skeiðslýsingini (skeid.setur.fo) og á Moodle.