Søvn
Á Fróðskaparsetri Føroya eru fleiri ymisk søvn
Landsbókasavnið
Gott samstarv er millum Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið, sum veitir leiðbeining fastar tíðir hvønn gerandisdag. Leiðbeining fæst á Landsbókasavninum mánadag til hósdag frá klokkan 10 til 18 og fríggjadag frá klokkan 10 til 17.
Pure.fo
Fremsti føroyski pallurin til miðling av gransking í Føroyum er PURE-skipanin, har granskingarstovnar, granskarar og teirra útgávur og avrik annars verða savnað. Fróðskaparsetrið, Landsbókasavnið og Granskingarráðið hava tikið stig til at seta føroysk PURE-skipanina í verk, og pure.fo er hgott mið at finna vísindaligar greinar og annað.
Greinasavn
Fróðskaparsetrið hevur eitt talgilt greinasavn, har til ber at leita eftir vísindaligum greinum, sum granskarar á Setrinum hava skrivað. Greinirnar, sum áður vóru í gomlu vísindaligu greinasøvnunum hjá Føroyamálsdeildini og Náttúruvísindadeildini eru nú fluttar í eitt nýtt samlað greinasavn. Greinasavnið er enn ikki heilt fullfíggjað, men arbeitt verður við at dagføra savnið og leggja greinir inn alla tíðina. Finn greinasavnið HER.
Osj.setur.fo
Á heimasíðuni ojs.setur.fo hava øll - leik sum lærd - fría atgongd til vísindaligar greinar og bøkur, sum Fróðskaparrit hevur givið út. Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru um øll vísindalig øki, og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum.
Onnur søvn
Serliga Føroyamálsdeildin hevur eina røð av søvnum, sum eru og verða talgild á ymsan hátt.
Bandasavn
Skrásetingin á bandasavninum hjá Føroyamálsdeildini er flutt frá pappíri í teldu, og upptøkurnar eru talgildar í bandasavninum HER.
Staðanavnasavn
Staðanøvn verða skrásett í teldu á Føroyamálsdeildini og eru tøkar í dátugrunni. Hesar eru innsavningarnar hjá Staðanavnasavni Føroya Løgtings og Institut for Navneforskning. Les meira um staðanavnasavnið HER.
Orðaseðlasavn
Á Føroyamálsdeildini er eisini eitt orðaseðalasavn. Orðaseðlarnir eru skannaðir og verða skrásettir í einum forriti, sum er gjørt til endamálið. Les meira um orðaseðlasavnið HER.
Handritasavn
Føroyamálsdeildin eigur nakað av handritum, sum fólk hava latið deildini, summi til ognar, onnur í varðveitslu. Nevnast kunnu eitt nú handrit og skjøl eftir ávísar persónar, t.d. J. Chr. Poulsen, Chr. Matras og Eyðun Winther, kvæðahandrit, staðanavnauppskriftir osfr. Les meira um handritasavnið HER.
Atgongd til savnini á Føroyamálsdeildini
Uttandeildarfólk kunnu søkja um atgongd til savnindi á Føroyamálsdeildini. Tá er neyðugt at brúka eitt serligt umsóknarblað, ið fæst við at venda sær til Lenu Reinert, lenar@setur.fo.