Skriva út

Landsbókasavnið

- bókasavnstænasta til lesandi og granskarar á Setrinum

Landsbókasavnið er okkara tjóðbókasavn og universitetsbókasavn og hevur sum høvuðsbókasavn til uppgávu at fremja útbreiðslu av kunnleika, vitan og upplýsing í landinum.

Leiðbeining fæst á Landsbókasavninum mánadag til hósdag frá klokkan 10 til 18 og fríggjadag frá klokkan 10 til 17. Samband fæst eisini á telefon 340525 ella við teldupostinum lbs@landsbokasavnid.fo.

Lesandi, undirvísarar og granskarar eru millum mest týðandi brúkarar Landsbókasavnsins. Landsbókasavnið er ført fyri at fáa til vega tað mesta av lestrartilfari og ískoytislesnað til henda málbólkin.

Tá talan er um føroyskt tilfar, er álagt Landsbókasavninum sum tjóðbókasavn at savna allar føroyskar bókmentir og um gjørligt alt, sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum.

Landsbókasavnið hevur eisini eina handritadeild við handritum og skjølum eftir føroyskar høvundar og við handritum, ið annars lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu.

Leiting eftir bókmentum fer fram á leitisíðuni bokasavn.fo, sum er at finna á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum www.lbs.fo.

Vísindabókasavnstænasta

Landsbókasavnið veitir vísindabókasavnstænastu í samstarvi við m.a. Setrið. Her er serliga vert at nevna tænasturnar við vísindaligum greinum og e-bókum í savninum E-feingi (efeingi.fo) og handbøkurnar og greinasøvnini í EBI (ebi.fo).

Greinar í føroysku bløðunum (til og við 1999) og í fleiri tíðarritum eru atkomiligar í Føroyska blaðsavninum (tidarrit.fo).

So hjá teimum, sum hava brúk fyri lesitilfari ella upplýsingum um eitthvørt, er bara at brúka tænasturnar hjá Landsbókasavninum.

Tað ber eisini væl  til at sita og lesa á Landsbókasavninum. Her er friðarligt og ókeypis tráðleyst net.

Um einstøk ella fleiri lesandi ella flokkar vilja hava eina kunning um Landsbókasavnið og tænasturnar, tað veitir, so er bara at biðja um kunning og avtala tíð í avgreiðsluni.

Øll, sum brúka Landsbókasavnið og skulu læna bøkur og annað tilfar, skulu hava eitt lánarakort. Hetta fæst í avgreiðsluni hjá Landsbókasavninum.

Tað er ókeypis at brúka Landsbókasavnið.

Adressa:

J.C.Svabosgøta 16

100 Tórshavn

Tlf.nr: 340525

Teldu-postur: lbs@landsbokasavnid.fo

Heimasíða: www.landsbokasavnid.fo

Avgreiðsla

Mánadag til hósdag er opið kl. 8.00-18.00

Fríggjardag er opið kl. 8.30-17.00

Leygardag og sunnudag er stongt