Útbúgvingarsíðan hjá lívfrøði

Vit vóna, at tú fært eina læruríka, kveikjandi og mennandi lestrartíð.

Á hesi síðuni finnur tú felags reglugerðir, vegleiðingar, oyðubløð, atgongdir til KT-skt-skipanir o.a., sum er hent og viðkomandi fyri tín lestur á Fróðskaparsetrinum.  Her finnur tú eisini námsskipanina, sum er galdandi  fyri tína útbúgving, eitt yvirlit yvir bygnaðin av útbúgvingini og kunning um bachelorritgerðina. 

Her verður eisini kunnað um broytingar, so sum nýggjar mannagongdir, reglugerðir, tillagingar í námsskipanum o.a., sum kann hava ávirkan á tíni lestrarviðurskifti. 

B.Sc. í lívfrøði

Útbúgvingin B.Sc. í lívfrøði gevur tær kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan lívfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands. Í útbúgvingini fært tú eina grundleggjandi vitan um lívfrøði. Dentur verður lagdur á føroyska lívfrøði, har mong áhugaverd og serstøk fyribrigdi eru at finna. Lært verður um plantur og djór, um hvussu hesi liva og hava tillagað seg til umhvørviðnum. Eisini verður hugt at, hvussu plantur og djór verða ávirkað av menniskjum, t.d. við dálking, veðurlagsbroytingum og fiskiskapi. Føroyska náttúran verður rannsakað bæði á sjógvi og landi, og tískil eru hetta viðurskifti, sum ikki kunna lærast á øðrum universitetum.

Nærri lýsing av útbúgvingini, av almennu og fakligu førleikunum, sum dentur verður lagdur á í útbúgvingini, og av yvirskipaðu útbúgvingarlæruúrtøkunum sært tú í útbúgvingarprofilinum og í námsskipanini fyri B.Sc. í lívfrøði.

Bygnaður

1.
lestrarhálva

2.
lestrarhálva

3.
lestrarhálva

4.
lestrarhálva

5.
lestrarhálva
 

6. 
lestrarhálva
 

Fróðskaparhegni,
vísindaástøði
og etikkur

(7,5 ECTS, aug-des)

Jørð, hav og luft I

(7,5 ECTS, jan-mai)

Lívevnafrøði

(7,5 ECTS, aug-okt)

Arvalæra

(7,5 ECTS, jan-mai)

Eiturvistfrøði

og dálking

(7,5 ECTS,

aug-okt)

 

Havlívfrøði II

(7,5 ECTS, jan-feb)

Støddfrøði og
hagfrøði fyri
lívfrøðingar

(7,5 ECTS, aug-des)

Vistfrøði á landi

(7,5 ECTS, jan-mai)

Mýlsk kyknu-
lívfrøði I

(7,5 ECTS, okt-des)

Humanfysiologi

(7,5 ECTS, jan-mai)

Fiskifrøði

(7,5 ECTS, aug-okt)

Bachelor-
verkætlan

(22,5 ECTS, feb-mai)

Plantur og djór í Føroyum

(7,5 ECTS, aug-des)

Almenn
og ólívrunning evnafrøði

(7,5 ECTS, jan-mars)

Havlívfrøði I

(7,5 ECTS, aug-okt)

Smáverulívfrøði

(7,5 ECTS, jan-mars)

Aling

(7,5 ECTS, okt-des)

 

Almenn
lívfrøði

(7,5 ECTS, aug-des)

Lívrunnin evnafrøði

(7,5 ECTS, mars-mai)

Rannsóknarætlan
og datagreining

(7,5 ECTS, okt-des)

Feltskeið
í vistfrøði

(7,5 ECTS, mars-mai)

Jørð, hav og luft 2

(7,5 ECTS, okt-des)