Nýggjur dekanur á Náttúruvísindadeildini
Peter Freere, ph.d. í sterkstreymsverkfrøði, verður nýggjur dekanur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya
Ein samd setanarnevnd er komin til ta niðurstøðu at seta Peter Freere í starv at standa á odda fyri leiðslu og menning av Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
Peter Freere er 64-ára gamal og stóð sína ph.d. í sterkstreymsverkfrøði á University of Newcastle upon Tyne í Bretlandi í 1994. Hann hevur drúgvar starvsroyndir frá Monash University í Australia, Kathmandu University í Nepal og í seinastuni á Nelson Mandela Metropolitan University í Suðurafrika.
Somuleiðis hevur Peter Freere drúgvar leiðsluroyndir, sum eru avgerandi fyri starvið sum dekanur á Fróðskaparsetri Føroya. Peter Freere hevur eisini familjubond til Føroya.
Á Náttúruvísindadeildini eru umleið hálvtannaðhundrað lesandi, sum lesa lívfrøði, mýlalívsvísindi, verkfrøði, KT-verkfrøði, webmenning og dátuvísindi. Starvsfólkini á deildini framleiða harumframt nógva fjølbroytta náttúruvísindaliga gransking.
Peter Freere tekur við starvinum 1. desember.