Aldumodel fyri Føroyaleiðirnar
Verkætlanarábyrgd: Bárður A. Niclasen, PhD-kandidatur og Knud Simonsen, lektari, vegleiðari
Sammanrenningar av aldu uttan av havi, vindi, og sjóvarfalsstreymi kunnu elva til sera fløkt alduviðurskifti, ið kunnu verða vandamikil sjálvt hjá størri skipum. Neyvar simuleringar av sjóvarfalsstreymunum og neyvar veðurforsagnar simuleringar lata upp fyri møguleikanum at gera rættuliga neyv alduatlas og eisini alduforsagnarskipanir.
Í hesari verkætlan var endamálið at menna eitt numeriskt aldumodell, sum út frá forsagnum frá veðurmodellum og úrslitunum frá numeriskari simulering av sjóvarfallsrákinum skal gera forsagnir um alduviðurskiftini á føroyska landgrunninum.
Aldumátingar eru avgerandi fyri at skilja alduviðurskiftini og fyri at meta um modellini eru í samsvar við veruleikan. Landsverkfrøðingurin hevur í samstarvi við Vaktar- og Bjargingartænastuna havt aldumátara liggjandi kring Føroyar í meira enn 20 ár. Mátingarnar frá hesari skipan verða lisnar upp í útvarpinum. Seinastu árini hava oljufeløgini, sum hava áhuga fyri oljuleiting við Føroyar, fíggja raksturin av mátaranum sunnanfyri og hevur virkið Data Quality staðið fyri rakstur og viðgerð av mátingunum. Neyvari kanningar eru gjørdar av hesum mátingum, og samanberingar eru gjørdar við úrslitini frá modelunum.
Verkætlanin byrjaði í desembur 2002, og ritgerðin varð vard í apríl 2007. Fíggja verkætlanina gjørdi Statoil-bólkurin (Statoil, Phillips, Enterprise og Veba).