Prógv.jpg
Skriva út

Prógv og útskriftir

Prógv

Setursskrivstovan skrivar út prógv, tá studentar hava staðið allar kravdu próvtøkurnar í eini útbúgving. Prógvið verður vanliga handað á samkomu.

Á próvnum er tilskilað, hvørja útbúgving studenturin hevur staðið, og nær útbúgvingin er lokin.

Afturat próvnum fær studenturin eina útskrift av øllum skeiðum, sum viðkomandi hevur staðið, við próvtali og eitt Diploma Supplement, sum er eitt felags europeiskt skjal við lýsing av útbúgvingini, sum er lokin.

Útskriftir

Lesandi á Fróðskaparsetrinum kunnu altíð fáa útskriftir av teimum próvtøkum, sum tey hava staðið higartil við at fara inn á Studentaportalin, finna upplýsingarnar har og skriva út haganifrá. Nærri kunning um, hvussu hetta verður gjørt fæst HER.

Til ber eisini at biðja um at fáa eina útskrift frá deildarskrivstovuni ella Lestrarskrivstovuni. Útskriftir eru strangt persónligar, og tí verður kravt samleikaprógv, tá studenturin avheintar útskriftina.

Avrit av áður útskrivaðum prógvum

Um eitt prógv er burturblivið, ber til at fáa avrit av upprunapróvnum á Fróðskaparsetrinum. Tað ber ikki til at fáa eitt nýtt prógv útskrivað.

Fyrispurningar í sambandi við prógv og útskriftir skulu stílast Setursskrivstovuni.