University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Sjukraroektarfroedi Cover 3

Um útbúgvingina

Útbúgvingin gevur tær førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika, sum samsvarar við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt.

Hví lesa sjúkrarøktarfrøði?

Sum sjúkrarøktarfrøðingur kemur tú tætt at fólki í truplum støðum og lærir at fremja og menna sjúkrarøkt.

Tú fært førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldri og lívsstøðum, umframt at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.

 

Hvat kann eg arbeiða við?

Sum útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur kanst tú arbeiða bæði í almenna og privata geiranum, í Føroyum og uttanlands – innan sjúkrarøkt í breiðum týdningi og innan sergreinar, sum krevja serkunnleika.

Útbúgvingin gevur eisini aðrar førleikar, eitt nú til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við nóg góðum miðalpróvtal, umframt lærugreinarnar føroyskt A, enskt C og danskt á støði við fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Miðnámsskúlaprógv er altíð eitt krav, men er miðalpróvtalið ikki nóg høgt, ber til at søkja eftir kvotu 2, har aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði kunnu góðtakast eftir nærri meting.

Tey, sum søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði, skulu hava fyrstuhjálparprógv. Er prógvið eldri enn 2 ár tá umsóknarfreistin er, skal skeiðið takast umaftur. Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarfrøði bjóðar út fyrstuhjálparskeið áðrenn ella stutt eftir lestrarbyrjan. Fyrstuhjálparprógvið skal handast skrivstovuni á deildini saman við umsóknini ella eftir at fystuhjálparskeiðið er lokið.

Lesandi rinda sjálvi kostnaðin fyri fyrstuhjálparskeiðið.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Útbúgvingin skal, í samsvari við ta samfelagsligu, vísindaligu og tøkniligu menningina og tørvin á sjúkrarøkt, geva teimum lesandi førleika í ástøðiligum og kliniskum sjúkrarøktarkunnleika.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing tekur 4 ár.

Útbúgvingin fatar um ástøðiliga undirvísing á Setrinum samanlagt í 2 ½ ár, og kliniska undirvísing samanlagt í 1 ½ ár, á ymiskum deildum á sjúkrahúsum, ellis- og røktarheimum, viðgerðar og fyribyrgingarstovnum, í heimatænastuni og øðrum stovnum undir almannaverkinum kring landið og í venjingarstovu á Setrinum.

Útbúgvingin endar við eini B.Sc.-ritgerð.

Útbúgvingin er skipað í 8 lestrarhálvur á 30 ECTS, ið verða býttar í tvey til fýra skeið.

Lestrarárið hjá lestrarhálvunum sum byrja um várið eru frá viku 5 til og við viku 25. Lestrarárið hjá lestarhálvunum sum byrja um heystið eru frá viku 34 til og við viku 3.

Summarfrí er í juli og august.

1 vika er 1,5 ECTS. Arbeiðsbyrðan hjá lesandi er roknað at vera í minsta lagi 40 tímar um vikuna.

Framtíðarmøguleikar

Við útbúgvingini sum sjúkrarøktarfrøðingur fært tú førleika til at røkta sjúk fólk í øllum aldri og lívsstøðum. Tú fært eisini førleika at fyribyrgja sjúku og fremja heilsu.

Útbúgvingin gevur eisini aðrar førleikar, eitt nú til víðari lestur, ið m.a. gevur førleikar til hægri undirvísingar- ella granskingarstørv.

Við útbúgving frá Sjúkrarøktarfrøðideildini ert tú væl ílatin til arbeiðsmarknaðin.

Framhaldandi útbúgving

B.Sc.-lesturin til sjúkrarøktarfrøðing gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar innan bæði sjúkrarøktarfrøði og onnur øki.

Tó eru tað altíð tey viðkomandi universitetini, sum søkt verður inn á, sum seta støðið fyri upptøkukrøvini.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í sjúkrarøktarfrøði

Bachelor of Science in Nursing

  • Lestrartíð 4 ár
  • Deild Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
  • Tal á Lesandi Tal av lesandi er 50 um árið (25 lesandi um várið og 25 lesandi um heystið)
  • ECTS 240 (Ástøði ECTS 150 – Klinik ECTS 90)
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleika til eftir lokna útbúgving at kunna virka sjálvstøðugt sum sjúkrarøktarfrøðingur og vera við í fakligum og tvørfakligum samarbeiði.

Bygnaður

Lestrarhálva

  

 

 

1. 

Yrki og grundleggjandi tørvir

14 ECTS

 

Mannakroppur

16 ECTS

 

 

2.

Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - I

15 ECTS

 

Sjúkrarøkt av somatisk sjúkum - II

15 ECTS

 

3.

Kliniskt sjúkrarøkt av somatisk sjúkum

15 ECTS

 

Sjúkrarøkt av bráð- og álvarsliga sjúkum

15 ECTS

 

4.

Heilivágrokning

1 ECTS

Sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum

11 ECTS

Kliniskt sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum I

9 ECTS

Kliniskt sjúkrarøkt av eldri og varandi sjúkum II

9 ECTS

5.

Heilsufremjandi og fyribyrgjandi sjúkrarøkt í samfelagshøpi

10 ECTS

 

Sjúkrarøkt av børnum og familju

20 ECTS

 

6.

Kliniskt og ástøðilig sjúkrarøkt av sálarliga sjúkum

16,5 ECTS

 

 Rehabilitering.

Góðskutrygging og - menning. Heilsutøkni

13,5 ECTS

 

 

 

 

7.

I.V. og transfusiónsskeið

1,5 ECTS

 

Klinisk og ástøðilig sjúkrarøkt: Relatión í stutta møtinum

10,5 ECTS

Klinisk sjúkrarøkt: Sjálvstøðug yrkisútinning og leiðsla

18 ECTS

8.

Verkætlanarlýsing

10 ECTS

 

Bachelorritgerð

20 ECTS

 

Samlað ECTS

240

 

 

 

Próvtøkur

Í hvørjari lestarhálvu eru ein ella tvær próvtøkur og kravdir lestraraktivitetir, har mett verður, um lesandi hava staðið læruúrtøkurnar fyri ávísa skeiðið ella kravda lestraraktivitetin.

Metingarhættir: Skrivligar próvtøkur, skrivligar próvtøkur við munnligari próvhoyring/framløgu, skrivligar próvtøkur við praktiska útinnan og munnligari próvhoyring.

Kliniskir førleikar verða mettir við støðumeti.

Útbúgvingin endar við skrivligari bachelor ritgerð.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Johild Dulavík, lestrarvegleiðara: johildd@setur.fo
ella Sonju Nielsen, útbúgvingarleiðara: Sonjan@setur.fo

Serkrav

Føroyskt A, enskt C og danskt á støði við fráfaringarroynd fólkaskúlans.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum