Eduroam er eitt ókeypis altjóða trygt og bronglað tráðleyst net fyri granskarar og universitetslesandi stovnað av universitetum í Europa.
Sum granskarar og/ella lesandi hevur tú atgongd til netverkið tá tú vitjar á Fróðskaparsetrinum, á øðrum hægri læristovnum í Danmark, ella flest øllum londum í Europa.
Fyri at koma á netverkið skal tú nýta tín starvsfólka- ella lesandi-brúkara á Fróðskaparsetrinum, og eitt forrit, sum tú tekur niður her
Hevur tú tørv á hjálp fyri at koma á netverkið, so set teg í samband við supportina á Setrinum.
Logging
Vit gera vart við, at brúkið av tráðleysu netverkunum verður logga. Allar autentiseringar verða loggaðar, so bæði brúkarar og teldur verða skrásett, og tá ið netverkið verður brúkt, verður eisini loggað, hvør tænasta verður brúkt upp móti hvørjum tøkni. Gestir frá øðrum universitetum, sum eru knýttir at Eduroam, fáa sínar autentiseringar loggførdar hjá heimastovninum. Fróðskaparsetrið loggar bert, um tað eydnaðist ella miseydnaðist, umframt brúkið av netverkinum. Líkaleiðis loggar Fróðskaparsetrið autentiseringar við Eduroam á øðrum stovnum.
Leinkir: