Lestrarskrivstovan
Kunningar- og tænastudepil Setursins
Endamálið við Lestrarskrivstovuni er at røkja kunnandi, vegleiðandi, fyrisitingarligar og fakligar uppgávur við serligum atliti at lestrarviðurskiftunum hjá komandi, verandi og farandi lesandi. LSS skal saman við øðrum fyrisitingarligum eindum virka fyri øktum tænastustøði fyri lesandi, starvsfólk og gestir hjá Setrinum.
Tey, ið hava tørv á einhvørjari stuðulstænastu, eru tí vælkomin at seta seg í samband við Lestrarskrivstovuna.
Lestrarskrivstovan loysir sínar uppgávur í tøttum samstarvi við leiðsluna og fyrisitingina á Setrinum, deildarskrivstovurnar, lestrarvegleiðarar og útbúgvingarleiðarar, umframt við lestrarráð, Ráð teirra lesandi, mentorarnar í Mentorskipanini, KT-tænastuna og eksternar KT-samstarvspartar.
Lestrarskrivstovan rekur eisini Altjóða Skrivstovuna, sum vegleiðir lesandi, sum skulu uttanlands at lesa - t.d. sum skiftislesandi - ella í praktikk. Les meira um Altjóða Skrivstovuna HER.