Hjánám
Summar útbúgvingar kunnu takast sum hjánám:
Í løtuni bjóðar Setrið út hjánám í føroyskum og í søgu
Hjánám er viðkomandi, tá ein vil hava útbúgving, sum er sett saman av tveimum fakum. Hjá teimum, sum t.d. vilja verða lærarar í miðnámsskúlum, kann tað vera ein fyrimunur, men eingin treyt, at hava tvær lærugreinir at undirvísa. Onnur lærugreinin skal vera høvuðsnám og hin hjánám.
Fyri at kunna lesa hjánám skalt tú hava staðið ella vera innskrivað/ur til eitt høvuðsnám. Hjánámið fevnir um 1½ ársverk, 60 ECTS á bachelorstigi og 30 ECTS á masterstigi. Høvuðsritgerðin verður altíð skrivað í høvuðsnáminum.
Hevur tú áhuga í at taka hjánám, so fæst meira at vita við at seta seg í samband við viðkomandi útbúgvingarleiðara:
Føroyskt:
Zakaris S. Hansen – zakarish@setur.fo, tlf. 29 25 33
Søga:
Andras Mortensen – andrasm@setur.fo, tlf. 29 25 86