Skriva út
Granskingarsamstarv
á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Granskingin á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi verður gjørd í samstarvi við granskarar og granskingarstovnar bæði í Føroyum og uttanlands. Av samstarvspørtum í Føroyum kunnu nevnast Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, ið Setrið hevur samstarvsavtalu við. Av útlendskum samstarvspørtum er at nevna Aarhus Universitet, ið Setrið eisini hevur samstarvsavtalu við.