KT-supportin, ella KT-tænastan, á Setrinum er fyri øll starvsfólk og lesandi á Setrinum.
Sí upplýsingar um samband til høgru.
Tænastan kann millum annað hjálpa tær við tól- og ritbúnaði, Moodle, setursteldupostinum, studentaportalinum og øðrum teldutrupulleikum beinleiðis knýttum at tínum lesnaði ella starvi á Setrinum.
Fyri tey lesandi ber til at ringja uttanfyri tíðirnar tað vanliga er opið (sí til høgru). Um telefonin ikki svarar, so verður tú ringd/ur uppaftur so skjótt ein supportari hevur møguleika fyri tí.
Fráboðan av feilum
Niðanfyri er nærri kunning um mannagongd í samband við fráboðan av feilum ella ólag á KT skipanum og kervi Setursins, umframt umbønir um aðrar KT-tænastur.
Í høvuðsheitum eru tveir ymiskir møguleikar fyri fráboðan av feilum:
Vanlig fráboðan av feili (verður sent við telduposti)
- Send ein teldupost til KTT@setur.fo, møguliga við avriti til support@formula.fo
- Skriva stuttan rámandi tekst um feilin í evnisteigin.
- Upplýs:
a. Navn og telefonnummar
b. Lýs trupulleikan so væl sum gjørligt, t.d.
- Á hvørjari deild/húsi er trupulleikin?
- Er tað ein ella fleiri brúkarar, sum hava sama trupulleika?
- Hvat fyri skipan er talan um (t.d. er einki samband við prentaran, tráðleyst samband, office e.t.)?
- Hvussu vísir trupuleikin seg? Lýs í orðum og um til ber, so kanst tú seta mynd inn av skíggja, ið vísir feilboð.
- Hvat hevur tú gjørt fyri at loysa trupulleikan?
Við hesum verður uppgávan/fráboðanin sjálvirkandi skrásett, og starvsfólkið fær ein teldupost aftur við uppgávunummari í.
Starvsfólk hjá KT-tænastuni ella Formula hyggja nærri at trupulleikanum og venda aftur. Í nógvum førum kann trupulleikin loysast við, at KT-vørður yvirtekur telduna úr fjarstøðu.
Starvsfólkið kann eisini svara teldupostinum við meira viðkomandi upplýsing um trupulleikan, ella taka áheitanina aftur.
Telefon (bráðhjálp)
- Ring til Formula á 344 100
- Starvsfólk hjá Tøkni- og rakstrardeildini hjá Formula svara telefonini og skráseta fyrispurningin.
- Brúkarin fær ein teldupost aftur við uppgávunummari í.
Starvsfólk hjá KT-tænastuni ella hjá Formula hyggja nærri at trupulleikanum og venda aftur.
Aðrar umbønir
Aðrar fráboðanir ella umbønir um tænastur, so sum stuðul í samband við próvtøkur, ráðstevnur og tiltøk annars, skulu sendast til KTT@setur.fo.
Útreiðslur til nýggja útgerð, forrit v.m. skulu játtast av næsta fyrisetta.
KT-tænastan kann ikki átaka sær upplæring av starvsfólkum i grundleggjandi KT-førleikum, sum starvsfólkið eigur at hava ognað sær sjálvt ella gjøgnum skipaða upplæring ella skeið.
Henda og aðrar vegleiðingar eru eisini at finna undir Z:\Felags\Kunning\Frá KTT.
Um spurningar eru, ber til at skriva ella ringja til Johan Ísak Suna Hansen, fyrbils KT-leiðara, tlf. 292504, ella skriva til: KTT@setur.fo