University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving

Eftirútbúgvingarskeið á Námsvísindadeildini

 

Námsvísindadeildin bjóðar fleiri ymisk eftirútbúgvingarskeið lestrarárið 2025-2026.

Umsóknarblaðið finnur tú her, saman við einari gjaldsváttan til arbeiðsgevara at fylla út.

Umsóknarblað

Gjaldsváttan

Til ber at søkja um upptøku á ávísu skeiðini sum stakgreinar, og til ber at søkja inn á fleiri skeið í senn.

Upptøkutreytin fyri hesi skeið er, at umsøkjarin hevur eina bachelorútbúgving innan undirvísing og/ella námsfrøði, ella sambæriliga útbúgving, umframt at viðkomandi skal hava tvey ár av viðkomandi starvsroyndum. 

Talan er um gjaldsskeið og prísurin verður kunngjørdur seinni. 

Framíhjárættur verður givin til tey sum verða innstillað av skúlaleiðslu og fáa játtan frá Undirvísingarstýrinum. Hesi skulu viðfesta váttan frá skúlaleiðslu saman við umsóknini. Tó undantikið skeiðini undir “Konflikthandfaring” og “Starvslæru vegleiðing”.

 

Í lestrarárinum 2025/2026 bjóðar deildin hesi eftirútbúgvingarskeið: 

 

Inkluderandi sernámsfrøði

Mál-, lesi- og skrivimenning - 10 ECTS  (heyst 2025)

SkeiðsheitiMál-, lesi- og skrivimenning
UndirvísingardagurMánadagur
Tíð á degiKl. 12.00 - 16.00

Lesi- og skriviavbjóðingar, orðblindni og tøknilig amboð - 10 ECTS  (vár 2026)

Mentanar- og málsligt fjølbroytni – máltøka, læring og undirvísing - 10 ECTS (heyst 2025)

SkeiðsheitiMentanar- og málsligt fjølbroytni – máltøka, læring og undirvísing
UndirvísingardagurMánadagur
Tíð á degiKl. 12.00 - 16.00

Samskifti, relatión og trivnaður: børn í kreppu, sorg og trauma - 10 ECTS (vár 2026)

Inkluderandi sernámsfrøði - Verkætlanaruppgáva - 15 ECTS  (bíðar)

 

KT-didaktikkur og talgildisbúgving

Tøknifatan og talgildisbúgving - 10 ECTS (heyst 2025)

SkeiðsheitiTøknifatan og talgildisbúgving
UndirvísingardagurTýsdagur
Tíð á degiKl. 12.00 - 16.00

KT-amboð og  talgildar lærugongdir - 10 ECTS (vár 2026)

 

Floksleiðsla og flokslærarauppgávan

Flokslærarin og samstarv – 10 ECTS (heyst 2025)

SkeiðsheitiFlokslærarin og samstarv
UndirvísingardagurMánadagur
Tíð á degiKl. 12.00 - 16.00

Relatiónsførleiki og floksleiðsluførleiki – 10 ECTS (vár 2026)

 

Náttúrufaksdidaktikk

Lívfrøði og náttúrulærufrøði – 10 ECTS (heyst 2025)

SkeiðsheitiLívfrøði og náttúrulærufrøði
UndirvísingardagurTýsdagur
Tíð á degiKl. 12.00 - 16.00

Útinámsfrøði og útiskúli - 10 ECTS (vár 2026)

 

Konflikthandfaring

Konfliktfatan í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum – 10 ECTS (heyst 2025)

Konflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum – 10 ECTS (vár 2026)

SkeiðsheitiKonflikthandfaring í námsfrøðiliga arbeiðinum við børnum og ungum
UndirvísingardagurFríggjadagur
Tíð á degiKl. 12.00 - 16.00

 

Starvslæruvegleiðaraskeið

Starvslæruvegleiðaraskeið fyri námsfrøðingar – 10 ECTS (heyst 2025)

SkeiðsheitiStarvslæruvegleiðaraskeið fyri námsfrøðingar
UndirvísingardagurFríggjadagur
Tíð á degiKemur seinni