Skriva út
Strategi 2014
Ein framtíðar visjón fyri Setrið
Stýrið hevur góðkent tveir arbeiðssetningar, sum snúgva seg um ávikavist arbeiðið við strategi og bygnaðarligu møguleikarnar á Setrinum. Ætlanin, sum stýrið hevur við at seta strategi- og bygnaðartilgongdina í verk, er, at øll starvsfólk og lesandi skulu vera við til at smíða okkara framtíðar visjón og strategi og harvið eisini hava ávirkan á, at Setrið kann tillaga og gagnnýta tilfeingið betur enn áður - ein væl samskipaðan bygnað, øktar møguleikar fyri tvørgangandi undirvísing og gransking, eina samskipaða fyrisiting, umframt sum frá líður at skapa eitt veruligt felags lestrarumhvørvi.
Strategiskjalið sæst HER.