Bachelor í søgu

Um útbúgvingina
Útbúgvingin gevur tær eina holla vitan um søguvísindaliga fakøkið og serkunnleika um føroyska søgu í altjóða høpi. Eisini fært tú førleikar innan søgufrøðiliga fakøkið.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku á bachelorútbúgvingina í søgu er, at tann lesandi hevur staðið Miðnámsskúlaprógv (kvota 1) ella samsvarandi førleika (kvota 2).
Innihald
Fakliga innihaldið í útbúgvingini er nágreiniliga lýst í skeiðslýsingum og í pensumlistum, sum eru tøk á heimasíðuni.
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin í Søgu tekur 3 ár. Hvørt lestrarár er býtt í tvær lestrarhálvur á 30 ECTS. Tilsamans eru seks lestrarhálvur. Fakini eru skipað sum 10 ECTS og bacheloruppgávan telur 20 ECTS.
Lesturin er skipaður í tveir høvuðstættir, fak og ritgerð (kanningarverkætlan) soleiðis at tey lesandi hvørt ár fáa undirvísing innan vísinda fakøkið, umframt at tey sjálvstøðugt skriva eina spurdómsstýrda ritgerð.
Framtíðarmøguleikar
Lokin bachelorútbúgving gevur rættin at nýta heitið Bachelor (BA) í søgu. Størv innan almenna og privata sektorin. BA-prógvið gevur saman við yvirbygningútbúgving førleika at undirvísa í søgu í miðnámi.
Framhaldandi útbúgving
Lokin útbúgving gevur møguliga atgongd til viðkomandi útbúgvingar á master stigi (second cycle programmes), men eisini - tó ofta treytað av eyka arbeiði - atgongd til ávísar aðrar masterútbúgvingar, sum ikki eru søguvísindaligar. Í hvørjum einstøkum føri eru neyðugt at kanna upptøkutreytirnar hjá universitetinum nærri.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í søgu
Bachelor of Arts in History
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar innan søgufrøðiliga fakøkið. Útbúgvingin gevur tí lesandi eina holla vitan um søguvísindaliga fakøkið og serkunnleika um føroyska søgu í altjóða høpi.
Tann lesandi fær eina góða fatan av ástøði og arbeiðshættum innan fakøkið og hvussu hesi verða nýtt til at granska og tulka søguvísindalig evni. Tann lesandi skal eisini ogna sær royndir og dugnaskap í tvørvísindaligum arbeiðshættum og spurdómsstýrdum kanningarverkætlanum.
Bygnaður
1. lestrarhálva (heyst) | 2. lestrarhálva (vár) | 3. lestrarhálva (heyst) | 4. lestrarhálva (vár) | 5. lestrarhálva (heyst) | 6. lestrarhálva (vár) |
10 ECTS | Vísindaástøði 10 ECTS | 10 ECTS | Valfak I*) 10 ECTS | Valfak II*) 10 ECTS | Valfak III*) 10 ECTS |
10 ECTS
| 10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS | 20 ECTS |
Grundskeið í búskaparfrøði 5 ECTS | Skjalasavns- kunnleiki 5 ECTS | Grundskeið í søguvísindaligum háttalag 10 ECTS | 10 ECTS | Evnisøki 10 ECTS | |
Grundskeið í sosiologi 5 ECTS | Bókmenta- og kunningarleiting 5 ECTS |
*) Valfak í 4. og 6. lestrarhálvu:
**) Valfak í 5. lestrarhálvu:
Um innihaldið av teimum einstøku skeiðunum, slá upp á: www.skeid.setur.fo
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at vebda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Erland Viberg Joensen, útbúgvingarleiðara, erlandv@setur.fo.