University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Námsfrøði.jpg

Um útbúgvingina

Útbúgvingin í námsfrøði snýr seg um uppaling, útbúgving, undirvísing og læring – og hvussu hesi fyribrigdi hava broytt seg í samfelagnum gjøgnum tíðina.

Hví lesa námsfrøði?

Á útbúgvingini lærir tú at arbeiða við námsfrøðiligum spurningum – bæði í mun til einstaklingar, stovnar og samfelagið.

Tú fært innlit í teori og arbeiðshættir úr eit nú námsfrøði, sálarfrøði, samfelagsfrøði og heimspeki. Tú lærir eisini at virka og samstarva um heildarmenning av menniskjum.

Hvat kann eg arbeiða við?

Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru á námsfrøðiliga økinum, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar spennandi avbjóðingar.

Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á mongum økjum á serøkinum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv.

Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir við javnsettum kunnleikastøði góðtakast eftir nærri meting.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Á grundskeiðunum verður dentur lagdur á námsfrøðiligan, sálarfrøðiligan og didaktiskan førleika, sum saman við kunnleika um sosialisering, málmenning og kreativitet gevur tí lesandi eina grundleggjandi vitan um og fatan av eini vísindaástøðiligari tilgongd til námsfrøðiliga og sernámsfrøðiliga arbeiðið. Tey lesandi skulu læra at virka og samstarva um heildarmenning av menniskjanum.

Á triðja lestrarárinum verður farið í dýpdina í námsfrøðini og sernámsfrøðini, har lesandi tilogna sær eina servitan og førleikar til at skipa og fremja námsfrøðiligt virksemi á høgum stigi. Lesandi arbeiða eisini við at megna at taka støði í einstaka menniskjanum og bólkum.

Fjóða lestrarár verður dentur lagdur á ymiskar kreavtivar greinar, sum verða knýttar at dagstovna- og sernámsfrøðini. Síðani skulu lesandi í eina sjálvstøðuga einsæris starvslæru, og eftir hetta verður farið undir endaliga avrikið á útbúgvingini, sum er ein Bachelorverkætlan.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

Skipan av útbúgvingini

Tvey tey fyrstu støðisárini eru skipað sum grundskeið, sum geva teimum lesandi eina grundleggjandi vitan í námsfrøði, sernámsfrøði, sálarfrøði og sosiologi. Harumframt eru onnur viðkomandi skeið og starvslæra knýtt at ávikavist dagstovna-og sernámsfrøðiliga økinum.

Á triðja og fjórða lestrarári nemur tann lesandi sær á høgum fakligum stigi námsfrøðiliga, didaktiska og kreativa servitan, umframt førleika at skipa fyri námsfrøðiligum virksemi á dagstovna- og sernámsfrøðiliga økinum.

Partur av útbúgvingartíðini er skipað sum starvslæra á námsfrøðiligum stovnum.

Á triðja og fjórða lestrarárinum kann partur av lestrinum lesast uttanlands, og starvslæran á fjórða lestrarárinum kann eisini takast uttanlands.

Framtíðarmøguleikar

Nógvir fjølbroyttir starvsmøguleikar eru á námsfrøðiliga økinum, har nýggj vitan støðugt gevur nýggjar spennandi avbjóðingar. Sum námsfrøðingur kanst tú arbeiða í vøggustovu, barnagarði, frítíðarskúla, ungdómshúsi og á mongum økjum á serøkinum.

Framhaldandi útbúgving

B.Ed.-lesturin gevur atgongd til master- og kandidatútbúgvingar á námsfrøðiliga og didaktiska økinum.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í námsfrøði

Bachelor of Education in Pedagogical Development

  • Lestrartíð 4 ár
  • Deild Námsvísindadeildin (NÁD)
  • Tal á Lesandi 35
  • ECTS 240
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 300 DKK / ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at útbúgva námsfrøðingar, sum eru førir fyri at fyrireika, fremja, eftirmeta, menna og skjalprógva námsfrøðiligt og sernámsfrøðiligt arbeiði við børnum, ungum og vaksnum. Ein útbúgvin námsfrøðingur skal somuleiðis vera førur fyri at grunda yvir og meta um námsvísindaligar meginspurningar.

 

Bygnaður

1.árið

2.árið3.árið4.árið

Líváskoðan og siðalæra

10 ECTS

Mál- og lesimenning fyri skúlaaldur

10 ECTS

Sernámsfrøði III - Sernámsfrøðiligar tilgongdir

skeið 15 ECTS 

Sernámsfrøði IV - Ymiskir arbeiðshættir

10 ECTS

Føroyskt

10 ECTS

 

Menniskja, stovnur og samfelag

10 ECTS

 

Námsfrøði III - Leikluturin hjá námsfrøðinginum

15 ECTS

Námsfrøði IV - Námsfrøði IV - Námsfrøði í verki

10 ECTS

Námsfrøði I - ástøðiligur partur

15 ECTS

Námsfrøðilig sálarfrøði 

10 ECTS 

Valskeið

30 ECTS

Vísindalig gransking og háttaløg

10 ECTS

 

Námsfrøði II - verkligur partur

15 ECTS

 

Vísindaástøði fyri námsfrøðingalesandi

5 ECTS

 

 

 Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslæran

10 ECTS

Skapanar- og virknisnámsfrøði

10 ECTS

 

Sernámsfrøði I - ástøðiligur partur 

10 ECTS 

 

 

 

Sjálvstøðug einsæris starvslæra - Starvslærfrágreiðingin

5 ECTS

 

Sernámsfrøði II - verkligur partur

15 ECTS 

 

B.Ed. ritgerð

15 ECTS

Próvtøkur

Øll skeið enda við eftirmeting ella próvtøku. Í skeiðslýsingunum verður nærri ásett, um eftirmetingar og próvtøkur eru við innanhýsis ella við uttanhýsis próvdómara. Skilt verður millum, um avrikið verður mett sum staðið/ikki staðið, ella við próvtali eftir galdandi próvtalsstiga. Eftirmetingar og próvtøkur kunnu verða skipaðar sum einstaklingsavrik ella í bólki.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til Irenu Tróndheim ella Paulinu Poulsen, sum báðar eru lestrarvegleiðarar á Námsvísindadeildini  ella við at venda tær til Marius Joensen, útbúgvingarleiðara.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum