Bachelor í lívfrøði

Um útbúgvingina
Sum lívfrøðingur fært tú vitan um náttúru og lív – frá verum til vistskipanir og frá ílegum til kyknur. Tú lærir eisini, hvussu vit kunnu nýta og verja náttúruna og livandi ríkidømi hennara.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku er, at umsøkjari hevur miðnámsprógv við:
- alisfrøði á B-stigi
- støddfrøði á B-stigi
- evnafrøði á B-stigi
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum. Miðaltalið verður roknað av skrivligum og munnligum próvtalsúrslitum og av endaligum ársmetum.
Verður søkt eftir kvotu 2, kunnu aðrar fortreytir á javnsettum kunnleikastigi góðtakast eftir nærri meting.
Innihald
Í útbúgvingini fært tú eina grundleggjandi vitan um lívfrøði. Í útbúgvingini verður dentur lagdur á føroyska lívfrøði, har mong áhugaverd og serstøk fyribrigdi eru at finna.
Tú lærir um plantur og djór, um hvussu hesi liva og hava tillagað seg umhvørvinum. Eisini verður hugt at, hvussu plantur og djór verða ávirkað av menniskjum t.d. við dálking, veðurlagsbroytingum og fiskiskapi.
Føroyska náttúran verður rannsakað bæði á sjógvi og landi, og tískil eru hetta viðurskifti, sum tú ikki kann læra um á øðrum universitetum.
Fleiri skeið eru løgd soleiðis til rættis, at tú skiftir ímillum ástøði, starvsstovuvenjingar og at fara út í náttúruna.
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin er skipað sum 3-ára bachelorútbúgving eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt, tekur undirvísingin støði í føroysku náttúruni og teimum plantum, djórum og fólkum, sum liva í Føroyum. Útbúgvingin gevur hollar lívfrøðiligar førleikar.
Fyrstu tvey árini hava tær báðar útbúgvingarnar B.Sc. í lívfrøði og B.Sc. í mýlalívsvísindum felags undirvísing.
Tað seinasta árið verða tær báðar útbúgvingarnar skildar sundur í lestrarleiðir við hvør sínum fakliga serøki. Síðstu lestrarhálvuna er 3/4 av tíðini sett av til at skriva bachelor-ritgerð.
Framtíðarmøguleikar
Útbúgvingin gevur tær fjøltáttaðar starvsmøguleikar í almennari fyrisiting og privatum fyritøkum. Nøkur dømi eru:
- sum umhvørvisráðgevi – t.d. innan burðardyggari menning
- á granskingarstovnum
- sum vísindajournalistur
- í undirvísing
Framhaldandi útbúgving
Sum B.Sc. í lívfrøði hevur tú eitt gott fakligt grundarlag til framhaldslestur á masterstigi uttanlands.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í lívfrøði
Bachelor of Science in Biology
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Náttúruvísindadeildin
- Tal á Lesandi 12
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum.
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva teimum lesandi kunnleika og førleikar til, at arbeiða innan lívfrøði ella halda fram við víðari lestri uttanlands.
Bygnaður
1. | 2. | 3. | 4. | 5. | 6. |
Fróðskaparhegni, (7,5 ECTS, aug-des) | Jørð, hav og luft I (7,5 ECTS, jan-mai) | Lívevnafrøði (7,5 ECTS, aug-okt) | Arvalæra (7,5 ECTS, jan-mai) | Eiturvistfrøði og dálking (7,5 ECTS, aug-okt)
| Havlívfrøði II (7,5 ECTS, jan-feb) |
Støddfrøði og (7,5 ECTS, aug-des) | Vistfrøði á landi (7,5 ECTS, jan-mai) | Mýlsk kyknu- (7,5 ECTS, okt-des) | Humanfysiologi (7,5 ECTS, jan-mai) | Fiskifrøði (7,5 ECTS, aug-okt) | Bachelor- (22,5 ECTS, feb-mai) |
Plantur og djór í Føroyum (7,5 ECTS, aug-des) | Almenn (7,5 ECTS, jan-mars) | Havlívfrøði I (7,5 ECTS, aug-okt) | Smáverulívfrøði (7,5 ECTS, jan-mars) | Aling (7,5 ECTS, okt-des) |
|
Almenn (7,5 ECTS, aug-des) | Lívrunnin evnafrøði (7,5 ECTS, mars-mai) | Rannsóknarætlan (7,5 ECTS, okt-des) | Feltskeið (7,5 ECTS, mars-mai) | Veðurlags-broytingar (7,5 ECTS, okt-des) |
|
Próvtøkur
Próvtøka í skeiðunum er vanliga beint eftir, at undirvísingin er lokin. Í ávísum skeiðum telja innlatingar av uppgávum, ið verða givnar, meðan skeiðini eru í gongd, við í endaliga próvtalið.
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda tær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Náttúruvísindadeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Sunnvør K. í Kongsstovu, útbúgvingarleiðara, sunnvork@setur.fo.
Serkrav
Alisfrøði á B-stigi, Støddfrøði á B-stigi og evnafrøði á B-stigi.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum.
Viðkomandi leinki
Alisfrøði á B-stigi, Støddfrøði á B-stigi og evnafrøði á B-stigi.
Miðaltalið í hvørjari av nevndu lærugreinum skal vera í minsta lagi 4 eftir 7-stiganum ella 7 eftir 13-stiganum.