University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Stórt hold av KTlesandi.jpg

Um útbúgvingina

Diplomútbúgvingini í web-menning snýr seg um teldufrøði og forritan, dátugrunnar og KT-skipanir dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, forritanarverkfrøði og fíggjarstýring.

Hví lesa web-menning?

Webmenning gevur tær førleikar í forritan, dátugrunnum og KT-skipanum – við fokussi á tað praktiska, sum gevur tær fínar møguleikar bæði í Føroyum og uttanlands.

Hvat kann eg arbeiða við?

Við hesum próvnum fært tú fjølbroyttar møguleikar at arbeiða við KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, umframt KT-rakstri og –trygd.

Tú fært eisini møguleikar at arbeiða við heimasíðuskipanum, spølum, lýsingum og appum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku er bókligt (t.e. gymnasialt) miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á B- ella A-stigi. Góðir málførleikar í enskum, føroyskum (neyðugir) og skandinaviskum (ynskiligir). Til ber at søkja um upptøku í upptøkuskipanini ella við at taka niður umsóknarblað til bachelorútbúgvingar HER.

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Høvuðsdenturin í útbúgvingini er á bygnað, nýtslu og forritan av KT-skipanum, t.d. tekniskum, fyrisitingarligum ella handilsligum telduskipanum.

Dentur verður lagdur á KT-evni, sum geva góðar vinnumøguleikar í føroyskari og altjóða KT-vinnu og samfelagsfyrisiting, t.d. web- og app-forritan. Nýttu forritanarmálini eru Python og Java, umframt onnur mál til web-skipanir (HTML/CSS/JavaScript/PHP/.NET Core C#/SQL).

Mesta undirvísingartilfarið er á enskum máli. Ein lærugrein (Fíggjarstýring) hevur danskt undirvísingartilfar, og ein lærugrein (Forritan til Android) er fjarlestur á enskum og svenskum máli frá Mittuniversitetinum (MIUN) í Svøríki.

Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur, og kann takast uppá millum 2,5 og 4 ár.

 

Skipan av útbúgvingini

Í diplomútbúgvingini í web-menning lærir ein um teldufrøði og forritan, dátugrunnar og KT-skipanir, dátusamskifti umvegis føst og tráðleys net, internet og web-skipanir, forritanarverkfrøði og fíggjarstýring.

Framtíðarmøguleikar

Við diplomútbúgving í web-menning fært tú fjølbroyttar møguleikar at arbeiða við:

  • KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu
  • KT-rakstri og –trygd
  • heimasíðuskipanum, spølum, lýsingum og appum

 

Framhaldandi útbúgving

Lesandi við diplomútbúgving í web-menning kunnu halda fram á bachelorútbúgvingini í KT-verkfrøði á Fróðskaparsetrinum. Kravið er at tú lýkur upptøkukravið til bachelorútbúgvingina. Við diplomútbúgving kann bachelorútbúgvingin gerast liðug við at taka 37,5 ECTS av navngivnum skeiðum og skriva eina 22,5 ECTS bachelorritgerð, svarandi til 1 árs fulltíðarlestur.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Diplom í web-menning

Diploma of Higher Education in Web Development

  • Lestrartíð 2,5 til 4 ár
  • Deild Náttúruvísindadeildin (NVD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 120
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar til eftir lokna útbúgving at virka sum web-mennarar við førleikum í KT-menning, forritan og verkætlanarleiðslu, KT-rakstri og KT-trygd, heimasíðuskipanum o.a.

Bygnaður (parttíðarlestur 2,5 ár)

Árgangur 2023-26

1. lestrarhálva

heyst ´23

2. lestrarhálva

vár ´24

3.

lestrarhálva

heyst ´24

4.

lestrarhálva

vár ´25

5.

lestrarhálva

heyst ´25

1. blokk

    

Innleiðing í
teldufrøði
7,5 ECTS

 

Dátubasur
og SQL
7,5 ECTS

 

 

 

Teldunetverk og dátu- samskifti
7,5 ECTS

Fíggjarstýring
7,5 ECTS

 

Stýriskipanir
7,5 ECTS

 

 

 

 

 

Linux-skipanir

7,5 ECTS

 

 

 

Design-mynstur við Java
7,5 ECTS

 

Web-skipanir við ASP.NET Core/C#
7,5 ECTS

 

2. blokk

    
Innleiðandi
forritan við Python
7,5 ECTS
Objektrættað
forritan við Java 1
7,5 ECTS

Forritanar- verkfrøði
7,5 ECTS

 

KT-trygd
7,5 ECTS

 

 

* Forritan til Android
7,5 ECTS

 

 

 

Innleiðing til Web-skipanir
7,5 ECTS

 

Objektrættað forritan við Java 2
7,5 ECTS

KT-verkætlan
7,5 ECTS

 

 

 

 

 

Árgangur 2024-27

1. lestrarhálva

heyst ´24

2. lestrarhálva

vár ´25

3.

lestrarhálva

heyst ´25

4.

lestrarhálva

vár ´26

5.

lestrarhálva

heyst ´26

1. blokk

    

Innleiðing í
teldufrøði
7,5 ECTS

 

Dátubasur
og SQL
7,5 ECTS

 

Stýriskipanir
7,5 ECTS

Teldunetverk og dátu- samskifti
7,5 ECTS

Fíggjarstýring
7,5 ECTS

 

 

 

 

 

 

 

Linux-skipanir

7,5 ECTS

 

 

 

Design-mynstur við Java
7,5 ECTS

 

Web-skipanir við ASP.NET Core/C#
7,5 ECTS

 

2. blokk

    
Innleiðandi
forritan við Python
7,5 ECTS
Objektrættað
forritan við Java 1
7,5 ECTS

Forritanar- verkfrøði
7,5 ECTS

 

KT-trygd
7,5 ECTS

 

 

* Forritan til Android
7,5 ECTS

 

 

 

Innleiðing til Web-skipanir
7,5 ECTS

 

Objektrættað forritan við Java 2
7,5 ECTS

KT-verkætlan
7,5 ECTS

 

 

 

 

 

Árgangur 2025-28

1. lestrarhálva

heyst ´25

2. lestrarhálva

vár ´26

3.

lestrarhálva

heyst ´26

4.

lestrarhálva

vár ´27

5.

lestrarhálva

heyst ´27

1. blokk

    

Innleiðing í
teldufrøði
7,5 ECTS

 

Dátubasur
og SQL
7,5 ECTS

 

Stýriskipanir
7,5 ECTS

 

Teldunetverk og dátu- samskifti
7,5 ECTS

Fíggjarstýring
7,5 ECTS

 

 

 

 

 

Linux-skipanir

7,5 ECTS

 

 

 

Design-mynstur við Java
7,5 ECTS

 

Web-skipanir við ASP.NET Core/C#
7,5 ECTS

 

2. blokk

    
Innleiðandi
forritan við Python
7,5 ECTS
Objektrættað
forritan við Java 1
7,5 ECTS

Forritanar- verkfrøði
7,5 ECTS

 

KT-trygd
7,5 ECTS

 

 

* Forritan til Android
7,5 ECTS

 

 

 

Innleiðing til Web-skipanir
7,5 ECTS

 

Objektrættað forritan við Java 2
7,5 ECTS

KT-verkætlan
7,5 ECTS

 

 

 

 

Lærugreinir tiknar á øðrum universitetum kunnu eftir nærri meting í summum førum góðskrivast ístaðin fyri kravd skeið í útbúgvingini.

Gevið gætur: Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum, t.d. viðv. raðfylgju, skeiðsheitum og innihaldi í skeiðum.

* Skeið merkt við * eru fjarlestrarskeið frá Mittuniversitetinum.

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda tær til útbúgvingarleiðaran, Hilmar Simonsen: hilmars@setur.fo

Serkrav

Treyt fyri upptøku er gymnasialt miðnámsskúlaprógv við støddfrøði á B-stigi. Góðir málførleikar í enskum, føroyskum (neyðugir) og skandinaviskum (ynskiligir).

Skeiðslýsingar