Ivast tú í, um tú hevur brúk fyri lestrarvegleiðing?
Ivast tú í, um tað er tað vert at seta teg í samband við lestrarvegleiðingina? Svarið er: Heldur venda sær til ein lestrarvegleiðara eina ferð ov nógv enn einaferð ov lítið.
Her eru dømi um støður, tú kanst vera í, har tú kanst vera í iva um, um lestrarvegleiðingin kann hjálpa tær:
- Tað kennist kanska eins og tú ert við at steðga upp í útbúgvingini.
- Tú kanst hava mist motivatiónina.
- Tú kanst hava avriksótta.
- Tú ert kanska í eini fíggjarliga trongdari støðu.
- Tú kennir teg happaðan av onkrum á Setrinum o.m.a.
Tú kanst altið søkja vegleiðing - antin tað er av persónligum ella øðrum ávum. Minst til, at einki er ov smátt ella ov stórt til at tú kanst venda sær til ein lestrarvegleiðara.
Lestrarvegleiðarin kann sjálvandi ikki persónliga hjálpa tær við øllum, men tú kanst fáa hjálp til sjálvhjálp - og har, sum lestrarvegleiðarin ikki kann hjálpa tær, kann hann ella hon aloftast vísa tær víðari til onnur, sum kanska kunnu.
Eingin orsøk er til óttast fyri, um tú spillir tíðina hjá lestrarvegleiðaranum. Tey eru har til tað sama. So halt teg endiliga ikki aftur við at venda tær til lestrarvegleiðaran.