Skriva út

Orðafrágreiðingar í stuttum

Eitt hent uppslagsverk

Á Setrinum verða orð, heiti og styttingar ofta nýtt, sum ikki eru vanlig at hoyra millum fólk uttanfyri Setrið. Ofta kann ein sum nýggjur á Setrinum kenna seg eitt sindur vilstan, tá fólk blaka um seg við hugtøkum og styttingum, ein kanska ikki hevur hoyrt fyrr, ella ikki hevur hugsað um, hvat merkja.

Her koma nakrar orðafrágreiðingar, sum vónandi gera tað lættari fyri tey, sum eru nýggj á Setrinum, at skilja, hvat setursfólk tosa um.

A

  • Adjungerað/ur: At vera adjungeraður merkir at hava tilknýti til. Á Setrinum eru t.d. adjungerðir professarar, adjungeraðir lektarar osfr. í starvi. Talan er um vísindastarvsfólk, sum hava tilknýti til Setrið í eitt tíðaravmarkað tíðarskeið.
  • Adjunktur: Tíðaravmarkað granskingar- og útbúgvingarstarv við møguleika til fast starv sum lektari.

B

D

  • Dekanur: Ovasti fakligi og fyrisitingarligi leiðari fyri eina megindeild. Dekanurin skal tryggja dygdina í gransking og undirvísing og samanhang millum gransking og undirvísing. Dekanurin hevur somuleiðis ábyrgdina av, at øll gransking, undirvísing og annað virksemi á Setrinum fer fram sambært reglum og málum, sum Fróðskaparsetur Føroya hevur sett sær.
  • DS: Diploma Supplement – eitt altjóða ískoyti til eitt prógv, ið gevur eina lýsing av t.d. einum føroyskum prógvi.

E

  • ECTS: Stytting fyri “European Credit Transfer and Accumulation System”. Hetta er próvtalsstigin, sum Fróðskaparsetrið brúkar. Les meira um ECTS HER.
  • EQF: The European Qualifications Framework (EQF) – Evropeisku førleikametingarkarmarnir – er eitt amboð, sum ger tað lættari at samskifta og at samanbera ymiskar førleikametingarskipanir í Evropa. Tey átta vanligu evropeisku tilvísingarstigini eru lýst í mun til læruúrtøku: vitan, dugnaskap og førleikar. Hesir karmar gera tað møguligt at gera metingar av eini og hvørjari nationalari førleikametingarskipan, av førleikametingarkørmum (NQF) og av hvar førleikar í Evropa liggja í mun til EQF stigini. Studentar, próvtakarar, veitarar av útbúgvingum og arbeiðsgevarar kunnu brúka hesi stigini til at skilja og samanbera førleikar, sum ymisku londini og/ella ymisku útbúgvingarstovnarnir tildøma, tá teir gera sínar førleikametingar. Í EQF er bachelor á stig 6, master á stig 7 og phd á stig 8.
  • ESG: Stytting fyri “Standards and Guidelines for Quality Assurance in the European Higher Education Area (ESG)”.
  • EURAXESS: Eitt tvør-evropeiskt átak, ið veitir kunning og stuðul til granskarar. Nærri kunning er á www.euraxess.fo

F

  • FF: Fróðskaparsetur Føroya
  • FirstClass: Í summum lærugreinum verður FirstClass nýtt á sama hátt sum Moodle-skipanin. (Sí undir Moodle her á listanum). Fróðskaparsetur Føroya er í eini tilgongd, har farið verður burtur frá at nýta FirstClass og skifta hesa skipanina um við Moodle skipanina. Les meira um FirstClass HER.
  • FMD: Føroyamálsdeildin

G

H

I

  • Innanseturs: Innanseturs er intranetið hjá Setrinum við innanhýsis kunning, innanhýsis samskifti og hentum amboðum til starvsfólk og studentar. At hava eitt intranet er ein liður í menningini av betri samskifti og kunning á Setrinum. Tú finnur Innanseturs HER. Sí undir Studentaportalur á hesum lista fyri at finna vegleiðing í innritan til Innanseturs.

J

K

L

  • Lektari: Lektari er starvsheiti hjá granskara og undirvísara í føstum starvi. Ein lektari hevur ph.d-útbúgving, góðar vísindaligar, fakligar, pedagogiskar og fyrisitingarligar førleikar.
  • Lestrarnummar: Øll nýggj lesandi fáa eitt lestrarnummar beinanvegin, sum tey verða innskrivað sum lesandi á Fróðskaparsetrinum. Lestrarnummarið er títt samleikaprógv á Setrinum, t.d. ísv. próvtøkur. Tað fylgir tær alt lívið - tvs. at gevst tú á Setrinum og byrjar aftur at lesa aðra útbúgving, hevur tú enn sama lestrarnummar. Lestrarnummarið stendur á lestrarkortinum, sum tú fært útflýggjað stutt eftir lestrarbyrjan. Hevur tú ella finnur tú ikki lestrarkortið, ber til at skriva ella ringja til Lestrarskrivstovuna at fáa lestrarnummarið - tlf. 352511 / lss(at)setur.fo, ella at venda sær til deildarskrivaran á deildini, har tú ert.
  • LSS: Á Setrinum er hetta ikki Landsskjalasavnið, men Lestrarskrivstovan
  • Læruúrtøka: Tað, tú sum lesandi eigur at vita, skilja og vera før/ur fyri, tá eitt skeið er lokið.

M

  • MMR: Mentamálaráðið
  • Moodle: Í flestum lærugreinum verður Moodle-skipanin nýtt til at leggja undirvísingartilfar út og til samskifti millum studentar og lærarar. Les meira um Moodle HER.

N

  • NÁD: Námsvísindadeildin
  • Námslektari: Eitt námslektarastarv er eitt fulltíðar undirvísingarstarv. Ein námslektari hevur fyrst og fremst góðan pedagogiskan førleika, og hevur vanliga ikki granskingarskyldu.
  • Nordplus: Skipanir fyri lívlanga læring hjá norðurlendska ráðharraráðnum. Les um ymsu Nordplus skipanirnar á www.nordplusonline.org
  • NVD: Náttúruvísindadeildin

O

  • Office 365: Øll lesandi hava atgongd til Office 365 pakkan. Office 365 inniheldur forrit sum Word, Excel, Powerpoint, Outlook, OneNote, OneDrive og onnur lestrarviðkomandi forrit. Les meira um Office 365 pakkan HER. Annars verður Office 365-pakkin so líðandi skiftur út við Office 2016-pakkan. Hetta fær ein nærri at vita um, um ein hevur Office 365 frammanundan.

P

  • PaperCut: PaperCut er prent- og kopiskipanin á Setrinum. Fyri at nýta prent- og kopimaskinur á Setrinum er neyðugt at innrita seg á maskinunum. Vegleiðing er sligin upp við allar kopi- og prentmaskinur, og innritingarnavnið er títt lestrarnummar. Les meira um, hvussu tú brúkar PaperCut prent- og kopiskipanina HER.
  • Professari: Undirvísari í føstum vísindaligum starvi á hægsta starvsstigi (á lærdum háskúla). Ein professari hevur hægsta vísindaliga og fakliga førleika, góðan pedagogiskan førleika og hollar fyrisitingarligar royndir í sambandi við hægri undirvísing og gransking.
  • Próvbók: Skrásetingarskipan Setursins, har allir studentar, skeið, próvtøkur, próvtøl v.m. verða skrásett.

R

  • RTL: Ráð teirra lesandi. Les meira um Ráð teirra lesandi HER.

S

  • SFD: Sjúkrarøktarfrøðideildin
  • SSD: Søgu- og samfelagsdeildin
  • SSS: Setursskrivstovan
  • Studentaportalurin: Á Studentaportalinum (http://studportal.setur.fo) kanst tú logga teg inn at síggja allar upplýsingar, sum eru skrásettar um teg í próvbókini (t.e. skrásetingarskipan Setursins, har allir studentar, skeið, próvtøkur, próvtøl v.m. verða skrásett). Sjálvgreiðsla er á Studentaportalinum til útvegan ella broyting av loyniorðum til Studentaportalin, Office365, prent- og kopiskipanina á Setrinum, umframt Innanseturs.Les meira um, hvussu tú brúkar Studentaportalin HER.

U

V

Æ

Ø