Skriva út

Gransking

á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Gransking og menning eru partar av arbeiðinum á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi. Hetta er týðandi liður í at veita granskingargrundaða útbúgving og tryggja, at nýggjasta vitan verður brúkt í undirvísingini.

Innan sjúkrarøktarfrøði verður dentur lagdur á at styrkja samstarvið við kliniska praksis og at lesandi so hvørt taka lut í granskingar- og menningarverkætlanum.

Granskingin á á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi fevnir um sjúkrarøktarfrøði, fólkaheilsu og heilsuvísindi annars í breiðum týdningi.

GREINASAVNIÐ

Her ber til at leita í greinasavninum hjá Fróðskaparsetri Føroya.
Savnið fevnir um greinir og rit, sum granskarar á Fróðskaparsetrinum hava givið út

Meira