Bachelor í stjórnmálafrøði

Um útbúgvingina
Stjórnmálafrøði snýr seg um politikk, men útbúgvingin fevnir eisini um týdningarmiklar partar úr øðrum fakum, so sum samfelagsfrøði, løgfrøði, altjóða politikkur og búskapur.
Tú lærir at greina og viðgera bæði søgulig og nútímans hendingar og dátugrundarlag, sum hava týdning fyri nútíðar samfelagið. Eisini fært tú innlit í ástøði og arbeiðshættir innan fakøkið og lærir at granska og skilja politiskar spurningar.
Upptøkutreytir
Treyt fyri upptøku á bachelorútbúgvingina í samfelagsvísindum er, at tann lesandi hevur staðið Miðnámsskúlaprógv (kvota 1) ella samsvarandi førleika (kvota 2).
Innihald
Fakliga innihaldið í útbúgvingini er nágreiniliga lýst í skeiðslýsingum og í pensumlistum, sum eru tøk á heimasíðuni.
Skipan av útbúgvingini
Útbúgvingin í Stjórnmálafrøði tekur 3 ár. Hvørt lestrarár er býtt í tvær lestrarhálvur á 30 ECTS. Tilsamans eru seks lestrarhálvur. Fakini eru skipað sum 10 ECTS og bacheloruppgávan telur 20 ECTS.
Lesturin er skipaður í tveir høvuðstættir, fak og ritgerð (kanningarverkætlan) soleiðis at tey lesandi hvørt ár fáa undirvísing innan vísinda fakøkið, umframt at tey sjálvstøðugt skriva eina spurdómsstýrda ritgerð.
Framtíðarmøguleikar
Lokin bachelorútbúgving gevur rættin at nýta heitið Bachelor (BA) í stjórnmálafrøði (Bachelor in Political Science / BSSc).
Stjórnmálafrøðingar starvast bæði innan almenna og privata geiran, eitt nú við planlegging, ráðgeving og samskifti á lokalum (kommunalum) og landsstigi (miðfyrisiting og almennum stovnum), ofta sum fulltrúðar ella leiðarar. Talan er ofta um at stýra og/ella samskipa sosialt, politiskt og fyrisitingarligt arbeiði, at arbeiða við vælferðartænastum og privatum verkætlanum. Fleiri stjórnmálafrøðingar starvast eisini innan áhugafelagsskapir og innan undirvísing, gransking og nýskapan.
Framhaldandi útbúgving
Lokin útbúgving gevur møguliga atgongd til viðkomandi útbúgvingar á master stigi (second cycle programmes), men eisini - tó ofta treytað av eyka arbeiði - atgongd til ávísar aðrar masterútbúgvingar, sum ikki eru stjórnmálafrøðiligar.
Lestrarlív
Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.
Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.
Gott lestrarumhvørvi
Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum.
Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.
Felagsskapur og netverk
Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.
At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.
Bachelor í stjórnmálafrøði
Bachelor of Social Science in Politics and Administration
- Lestrartíð 3 ár
- Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
- Tal á Lesandi Uml. 20
- ECTS 180
- Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
- Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS
Endamál
Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar innan tað stjórnmálafrøðiliga fakøkið, ið skikkar tann lesandi til víðari hægri lestur (MSSc, MA og samsvarandi) og gevur førleikar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.
Tann lesandi fær eina góða fatan av ástøði og arbeiðshættum innan tað stjórnmálafrøðiliga fakøkið og hvussu hesi verða nýtt til at granska og tulka stjórnmálafrøðilig evni. Tann lesandi skal eisini ogna sær royndir og dugnaskap í tvørvísindaligum arbeiðhættum og spurdómsstýrdum kanningarverkætlanum.
Bygnaður
1. lestrarhálva (heyst) | 2. lestrarhálva (vár) | 3. lestrarhálva (heyst) | 4. lestrarhálva (vár) | 5. lestrarhálva (heyst) | 6. lestrarhálva (vár) |
10 ECTS | Komparativur politikkur 10 ECTS | 10 ECTS | Valfak I*) 10 ECTS | Valfak II**) 10 ECTS | 10 ECTS |
10 ECTS | Vísindaástøði 10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS | Stjórnmál og almennur politikkur 10 ECTS | Bachelorritgerð í stjórnmálafrøði 20 ECTS |
10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS | 10 ECTS |
|
*) Valfak í 4. lestrarhálvu:
**) Valfak í 5. lestrarhálvu:
- 6122 Innleiðsla í geografiskar informatiónsskipanir (GIS)
- 6320 Antropologi
- 2662 Samfelagsplanlegging
- Evnisøki (hjá samfelagsvísindum)
Um innihaldið á teimum einstøku skeiðunum, slá upp: www.skeid.setur.fo
Nærri kunning
Nærri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Ingibjørg Berg, útbúgvingarleiðara, ingibjorgb@setur.fo.