Fróðskaparsetur Føroya – www.setur.fo

Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, har gransking og undirvísing eru kjarnin í virkseminum. Endamálið hjá Fróðskaparsetri Føroya, sum er ásett í løgtingslóg, er at inna gransking, geva frálæru á hægsta stigi og breiða út kunnleika um vísindalig úrslit og háttaløg. Tað ger setrið í ávísum úrvaldum granskingar- og undirvísingargreinum. Granskingin hevur til endamáls at menna vísindaliga stigið á Setrinum og í landinum.

Á deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi verður undirvíst og granskað í sjúkrarøktarfrøði og heilsuvísindum í breiðari merking. Útbúgvingarnar fevna um bachelor í sjúkrarøktarfrøði og ískoyrisútbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar og ískoytisútbúgving fyri sjúkrarøktarfrøðingar og onnur við heilsufakligari miðallangari framhaldsútbúgving, útbúgvin eftir eldri lógum. Síðan 2016 er boðin masterútbúgving innan heilsu. Skipað verður eisini fyri serstøkum skeiðum á bachelor-, master- og ph.d.-stigi. Les meira á www.setur.fo

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu – www.health.fo

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð skipað í 1988 og er ein arbeiðsmedisinsk deild í føroyska Sjúkrahúsverkinum, sum vísir til Heilsumálaráðið. Umframt hettar, hevur Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, síðani hon varð sett á stovn í 1988, skipað fyri ymiskum granskingarvirksemi í bæði arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu. Hetta virksemi, sum hevur verið í neyvum samstarvi við starvsfelagar í Evropa, USA og Asia, er fíggjað við peningi úr almennum og privatum grunnum í USA, ES, Danmark og Føroyum. Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin í heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá stívliga 2000 føroyskum børnum, serliga miðnervalag og órinverju teirra. Sí nærri á www.health.fo

Landssjúkrahúsið – www.ls.fo

Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum heima í Føroyum, og har hetta ikki er møguligt, so at tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.

Landssjúkrahúsið leggur stóran dent á gransking, sum er við til at fakfólk trívast og mennast í heilsuverkinum. Landssjúkrahúsið hevur eina Granskingarnevnd, sum er mannað við 7 limum, har allir deplarnir eru umboðaðir. Uppgávan hjá Granskingarnevndini er at raðfesta gransking og at vísa á týdningin við gransking. Granskingarnevndin eggjar fakfólki til at fara undir gransking. Fleiri verkætlanir eru í gongd innan ymisk heilsufaklig øki. Les meira á www.ls.fo

Ílegusavnið – www.biobank.fo

Ílegusavnið er tann føroyski Biobankin, sum umsitur upplýsingar um blóðroyndir, vevnaðarroyndir, staðfestar sjúkur og ættarbond hjá føroyingum. Endamálið við Ílegusavninum er at menna skráirnar og harvið skapa fortreytir fyri og stimbra gransking í mannaílegum í Føroyum, soleiðis at slík gransking kann vera við til at menna førleikan at lekja og fyribyrgja sjúku, menna almennu heilsutænastuna og menna granskingarumhvørvið. Les meira á www.biobank.fo