Vísindavøka -
árligi granskingarfestivalurin
Síðani 2008 hava Granskingarráðið, Fróðskaparsetrið og aðrir granskingarstovnar í landinum skipað fyri árligari Vísindavøku, sum byggir brýr millum granskarar og almenning. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan.
Fróðskaparsetur Føroya spælir sum landsins størsti granskingarstovnur stóran leiklut á Vísindavøkuni við mongum vísindaligum framløgum, sum Kringvarp Føroya filmar og sendir vetrarhálvuna. Granskingarráðið hevur savnað allar framløgurnar gjøgnum árini í eitt savn, sum tit kunnu leita í her.
Speki - eitt samstarv við fyrilestrum millum Fróðskaparsetrið og Kringvarpið
Speki var eitt átak við sjónvarpsfyrilestrum, sum var úrslit av samstarvi millum Kringvarp Føroya og Fróðskaparsetur Føroya. Hugskotið við Speki var at hava dygdargóða fólkaupplýsing um ymisk viðurskifti. Talan var um klassiskar fyrilestrar, har karmurin var minimalistiskur og talaða orðið í miðdeplinum. Málbólkurin var fólk yvir 20 ára aldur við áhuga fyri vísindum og vitan. Hvør sending í savninum er 20 minuttir til longdar.