KVOTA 2
Kvotu 2 umsøkjarar kunnu bólkast í trý:
- Um tú ivast í, um tú hevur nóg høgt miðalpróvtal til upptøku á kvotu 1 ella tú ikki lýkur serkravið til útbúgvingina
- Um tú hevur útlendskt gymnasialt miðnámsprógv[1]
- Um tú ikki hevur gymnasialt miðnámsprógv og tískil søkir um upptøku við undantaksloyvi
Gymnasial miðnámsprógv í Føroyum eru:
- Búskaparbreyt (hægri handilsskúli) HHX
- Hugbreyt (málsligur studentarskúli) Stx spr.
- Náttúrubreyt (støddfrøðiligur studentarskúli) Stx mat.
- Tilfeingisbreyt (hægri fiskivinnuskúli) HIF
- Tøknibreyt (hægri tøkniskúli) HTx
- Fyrireikingarbreyt (hægri fyrireiking) HF
Søkir tú um upptøku við einum gymnasialum miðnámsprógvi og ongum skjalprógvi um aðrar førleikar, er skilabest at søkja gjøgnum kvotu 1, óansæð hvat miðalpróvtalið er.
1. Ivast tú í um títt miðalpróvtal er nóg høgt?
Ivast tú í um títt miðalpróvtal er nóg høgt fyri at sleppa inn á kvotu 1, ber til at søkja um upptøku á kvotu 2. Umsóknin verður tá viðgjørd við útgangsstøði í gymnasiala miðnámsskúlapróvnum umframt øðrum viðkomandi førleikum, ið tú kanst skjalprógva í umsóknini. Frágreiðing um hvørjar førleikar dentur verður lagdur á, sæst longri niðri í hesi frágreiðing.
Kvotu 2-umsóknir hjá umsøkjarum, ið hava gymnasialt miðnámsprógv, eru samstundis eisini ein kvotu 1-umsókn. Hetta hendir sjálvvirkandi, og skalt tú sum umsøkjari ikki gera annað enn at søkja einu ferðina gjøgnum kvotu 2.
2. Hevur tú útlendskt miðnámsskúlaprógv:
Norðurlendsk og føroysk miðnámmsskúlaprógv kunnu verða viðgjørd eftir kvotu 1. Tað vil siga, at um tú hevur t.d. norskt miðnámsprógv kanst tú søkja gjøgnum kvotu 1 uttan trupulleikar. Tó skalt tú skjalprógva, at tú hevur neyðugu førleikarnar í føroyskum máli til at fylgja undirvísingini, sum í útgangsstøði er á føroyskum.
Umsøkjarar við miðnámsprógvum, ið eru frá londum uttanfyri norðurlond, mugu søkja um upptøku gjøgnum kvotu 2, tí tey skulu fyrst metast hjá Uddannelses- og forskningsministeriet í Danmark. Hetta kann taka drúgva tíð, og tí verður mælt til at fáa hesa meting gjørda í so góðari tíð, at hon er klár, tá kvotu 2 umsókninrnar verða viðgjørdar. Til ber at søkja um upptøku á Fróðskaparsetri Føroya eftir kvotu 2, áðrenn metingin er liðug, men umsóknin verður ikki viðgjørd fyrr enn metingin fyriliggur frá Uddannelses- og Forskningsministeriet.
Tað er ábyrgdin hjá tær sum umsøkjara at senda títt prógv til metingar og at boða Fróðskaparsetrinum frá endaligu niðurstøðuni. Beinleiðis leinki til umsókn um meting av útlendskum prógvi er her.
3. Hevur tú ikki gymnasialt miðnámsskúlaprógv?
Um tú ikki hevur lokið gymnasialt miðnámsprógv, ber til at søkja um upptøku við undantaksloyvi.
Neyðugt er, at tú í umsóknini skjalprógvar, at tú á annan hátt hevur nomið tær neyðugar førleikar til at lesa á hægri lærustovni. Her er talan um førleikar, ið kunnu skjalprógvast og javnsetast við gymnasialt miðnámsskúlaprógv. Krav er um:
- Úrslit frá minst fýra almennum lærugreinum á miðnámsskúlastigi, ið eru viðkomandi fyri útbúgvingina, har minst ein lærugrein er á A-stigi og minst tvær á B-stigi. Almennar lærugreinar eru t.d. føroyskt, enskt, søga, støddfrøði og samfelagsfrøði
- Størri skrivligar uppgávur á miðnámsskúlastigi, sum t.d. høvuðsuppgáva, bachelorritgerð ella onnur størri skrivlig uppgáva
Harumframt verður í umsóknini mett um:
- Fakliga viðkomandi útbúgvingarroyndir eftir fólkaskúla, t.d. yrkisútbúgving, partar av gymnasialari miðnámsútbúgving ella miðallong hægri útbúgving ella partar av henni, sum t.d. professionsbachelorútbúgving
- Størri skrivligar uppgávur á miðnámsskúlastigi, sum t.d. høvuðsuppgáva, bachelorritgerð ella onnur størri skrivlig uppgáva
- Skjalprógvaðar starvsroyndir, ið verða mettar at vera serliga viðkomandi fyri útbúgvingina
- Aðrar royndir ella førleikar, ið eru góður førningur, tá lisið verður á einum hægri lærustovni