Skriva út
Akademiska Ráðið
Mót- og viðspælið til leiðsluna
Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya góðkendi 6. februar 2014 valreglur fyri akademiska ráðið. Hesar eru samsvarandi § 18 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya, sum broytt við ll. nr. 51 frá 8. mai 2012. Mannagongdin fyri vali av akademiskum ráð verður henda:
Akademiska ráðið hevur níggju limir. Trý umboð fyri vísindastarvsfólkini verða vald á hvørjari megindeild. Eitt umboð fyri lesandi verður valt fyri hvørja megindeild. Rektarin er fastur limur og formaður í ráðnum. Umboð fyri vísindastarvsfólk verða vald fyri trý ár í senn og lesandi fyri eitt ár.
Øll fulltíðarlesandi, sum eru innskrivað á Setrinum tann fyrsta í mánaðinum, sum valið fer fram, eru valbær.
Uppgávur Akademiska ráðsins er m.a. at:
- ummæla fíggjarligar raðfestingar
- ummæla týðandi strategisk granskingar - og útbúgvingarmál
- ummæla mannagongdir fyri setan av fakligum metingarnevndum
- gera niðurstøður um tillutan av ph.d. og ph.d.h.c. heitunum
- taka vísindaetiskar spurningar upp eftir áheitan ella av egnum ávum
- aðrar uppgávur, ið verða lagdar til ráðið sambært reglum Setursins
Sí regluverk HER.