University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Útbúgving
Globalisering2.jpg

Um útbúgvingina

Samfelagsvísund snýr seg um búskaparlig, politisk og sosial viðurskifti í samfelagnum. Tú lærir at greina, hvussu samfelagið er skipað og mennist, og fært ein sterkan fakligan grundvøll til at skilja og arbeiða við samfelagsviðurskiftum.

Hví lesa samfelagsvísindi?

Tú fært eina holla vitan um, hvussu samfelagið virkar – og hvørjir búskaparligir, politiskir og sosialir faktorar ávirka lívið hjá fólki. Tú lærir at greina samfelagsviðurskifti og fært førleikar, sum kunnu brúkast á fleiri ymiskum arbeiðsøkjum.

Hvat kann eg arbeiða við?

Útbúgvingin gevur tær førleikar innan samfelagsvísindi, sum tú kanst brúka bæði til hægri lestur – t.d. MSSc ella MA – og til starv í almenna ella privata geiranum.

Upptøkutreytir

Treyt fyri upptøku á bachelorútbúgvingina í samfelagsvísindum er, at tann lesandi hevur staðið Miðnámsskúlaprógv (kvota 1) ella samsvarandi førleika (kvota 2).

Søk umvegis Vangan


Søk her

Innihald

Fakliga innihaldið í útbúgvingini er nágreiniliga lýst í skeiðslýsingum og í pensumlistum, sum eru tøk á heimasíðuni.

Skipan av útbúgvingini

Útbúgvingin í Samfelagsvísindum tekur 3 ár. Hvørt lestrarár er býtt í tvær lestrarhálvur á 30 ECTS. Tilsamans eru seks lestrarhálvur. Fakini eru skipað sum 10 ECTS og bacheloruppgávan telur 20 ECTS.

Lesturin er skipaður í tveir høvuðstættir, fak og ritgerð (kanningarverkætlan) soleiðis at tey lesandi hvørt ár fáa undirvísing innan vísinda fakøkið, umframt at tey sjálvstøðugt skriva eina spurdómsstýrda ritgerð.

Framtíðarmøguleikar

Lokin bachelorútbúgving gevur rættin at nýta heitið Bachelor í samfelagsvísindum (Bachelor of Social Science / BSSc). Størv innan almenna og privata sektorin, eitt nú planlegging og ráðgeving á lokalum/kommunalum og landsstigi, stýring og samskipan av sosialum arbeiði, vælferðartænastum og privatum verkætlanum. Eisini innan undirvísing, gransking og nýskapan.

Framhaldandi útbúgving

Lokin útbúgving gevur møguliga atgongd til viðkomandi útbúgvingar á master stigi (second cycle programmes), men eisini - tó ofta treytað av eyka arbeiði - atgongd til ávísar aðrar masterútbúgvingar, sum ikki eru samfelagsvísindaligar.

Lestrarlív

Tá tú byrjar at lesa á Fróðskaparsetri Føroya, verður tú partur av einum livandi og tætt knýttum lestrarumhvørvi mitt í hjartanum av Havnini. Her ert tú – saman við hinum lesandi – í miðdeplinum, bæði tá ið tað kemur til læring og sosialt lív.

Frá fyrsta degi verður tú væl móttikin til eina skipaða intro-viku og verður partur av einum lestrarbólki saman við øðrum nýggjum lesandi.

Gott lestrarumhvørvi

Á Setrinum verður nógv gjørt fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Her eru lestrarhøli, køkar og lestrarstovur, har tú kanst arbeiða saman við øðrum, drekka ein kaffimunn og taka tær av løttum. 

Tú fært skjótt eina kenslu av, hvussu tað er at lesa á einum universiteti, og hvussu tað er at vera partur av einum spennandi og mennandi felagsskapi.

Felagsskapur og netverk

Tú kanst eisini luttaka í ymiskum felagsskapum og tiltøkum, sum verða skipað av og fyri lesandi. Her møtir tú fólki úr øðrum útbúgvingum og árgangum – eitt frálíkt høvi at knýta vinabond og skapa eitt sosialt netverk. Eisini hevur tú møguleika at luttaka í ráðum og nevndum, har tú kanst gera mun og fáa royndir, sum kunnu brúkast seinni í lívinum.

At lesa í Føroyum merkir eisini, at náttúran og mentanin eru altíð tætt við. Tað er stutt millum lestrarhøli og fjøll, hav og mentanarlív – og hetta ger Tórshavn til eitt serliga gott stað at vera lesandi.

Bachelor í samfelagsvísindum

Bachelor of Social Science in Social Science

  • Lestrartíð 3 ár
  • Deild Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)
  • Tal á Lesandi Uml. 20
  • ECTS 180
  • Lestrargjald (Fulltíðarlestur) Ókeypis fyri borgarar í danska ríkinum o.ø. Norðurlondum
  • Lestrargjald (Stakgreinir) 200 DKK/ECTS

Endamál

Endamálið við útbúgvingini er at geva lesandi førleikar innan tað samfelagsvísindaliga fakøkið, ið skikkar tann lesandi til víðari hægri lestur (MSSc, MA og samsvarandi) og gevur førleikar á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum.

Tann lesandi fær eina góða fatan av ástøði og arbeiðshættum innan tað samfelagsvísindaliga fakøkið og hvussu hesi verða nýtt til at granska og tulka samfelagsvísindalig evni. Tann lesandi skal eisini ogna sær royndir og dugnaskap í tvørvísindaligum arbeiðhættum og spurdómsstýrdum kanningarverkætlanum.

Bygnaður

1.

lestrarhálva

(heyst)

2. lestrarhálva (vár)3. lestrarhálva (heyst)4. lestrarhálva (vár)5. lestrarhálva (heyst)

6.

lestrarhálva (vár)

Sosiologi

10 ECTS

Føroysk nýtíðarsøga

10 ECTS

Sosialvísindi

10 ECTS

Valfak I*)

10 ECTS

Valfak II*)

10 ECTS

Globalisering og samfelags-

broytingar

10 ECTS

Grundskeið í stjórnmálafrøði

10 ECTS

Vísindaástøði

10 ECTS

Antropologi

10 ECTS

Háttalag II

10 ECTS

Samfelags-

planlegging

10 ECTS

Bachelorritgerð í samfelags-

vísindum

20 ECTS

Búskapur og samfelag

10 ECTS

Ritgerð I

10 ECTS

Háttalag I

10 ECTS

Ritgerð II

10 ECTS

Evnisøki

10 ECTS

 

  

*) Valfak í 4. lestrarhálvu:

**) Valfak í 5. lestrarhálvu:

Um innihaldið av teimum einstøku skeiðunum, slá upp á: www.skeid.setur.fo

Nærri kunning

Nærri kunning fæst við at venda sær til Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen, lestrarvegleiðara á Søgu- og samfelagsdeildini (kirstinr@setur.fo) ella við at venda sær til Runu Preeti Ísfeld, útbúgvingarleiðara, runap@setur.fo.

Henda heimasíðan brúkar farspor (cookies)
Vit brúka farspor fyri at kanna ferðsluna á heimasíðuni og fyri at gera tína uppliving so góða sum møguligt.

Neyðug farspor tryggja, at heimasíðan riggar, sum hon skal. Vit hava eisini valfrí farspor, sum kunnu gera tína uppliving og upplivingina hjá øðrum betri.

Tú kanst altíð taka samtykkið aftur. Hetta gert tú við at trýsta á ímyndina niðast til vinstru á heimasíðuni. Les meira um farspor
Eg góðtaki bert neyðugEg góðtaki øllEg góðtaki valdu stillingarVís stillingar av farsporumFjal stillingar av farsporum