Elisabeth Holm staðið sína ph.d.
Ph.d.-ritgerðin hjá Elisabeth Holm kallast "New Times in the Faroe Islands, New Speakers of Faroese and the Sociolinguistics of Labour Market Inclusion: Challenges and Opportunities"
Í síðstu viku vardi Elilsabeth Holm, samskipari á Góðskueindini á Fróðskaparsetrinum, sína ph.d.-verkætlan á Heriot-Watt University í Edinburgh.
Hon snýr seg í stuttum um tilflyting úr útheiminum til Føroya og føroyskt mál.
Verjan var, sum so nógv annað í hesi koronutíð, talgild, og eftir tráspyrjan í samfullar tríggjar tímar, var royndin væl og virðiliga staðin, og starvsfólk á bretska universitetinum fingu teldubræv við hesum boðum:
"Tað var ein fragd at lesa og próvdøma eina framúrskarandi ph.d.-ritgerð um nýggjar tíðir í Føroyum, nýggjar føroysktmæltar borgarar og samfelagsmálvísindini í arbeiðsmarknaðarinklusión".
Endamálið við granskingini hjá Elisabeth Holm hevur verið at skjalfesta, hvussu tað hevur gingist hjá tilflytarum úr londum uttan fyri Norðurlond at læra og brúka føroyskt mál og at enda at verða føroysktmæltir. Eisini hevur hon kannað, hvørjar serligar avbjóðingar tey hava fyri at sleppa inn á og taka lut á arbeiðsmarknaðinum í Føroyum.
Í ritgerðini skrivar Elisabeth Holm soleiðis um heitið á síni ph.d.-ritgerð, og hví hon brúkar vendingina "nýggjar tíðir" í yvirskriftini.
- Mín ætlan var at lýsa broytingarnar, sum henda í kjalarvørrinum á altjóðagerðini og fjølbroytta flytførinum millum lond í 21. øld, og at kanna vaksandi málsliga, sosiala og mentanarliga fjølbroytnið, ið hetta ber í sær.
Annar partur av ritgerðarheitinum er "nýggj føroysktmælt fólk", og um hesa orðingina sigur Elisabeth Holm, at hon við henni vildi siga, hvønn ritgerðin viðger.
- Tað vísir á vaksandi talið av tilflytarum úr øllum heiminum, sum av ymsum ávum hava gjørt av at seta búgv í Føroyum. Sambært Kringvarpinum búðu næstan 2000 fólk í Føroyum við ársbyrjan 2020, sum ikki vóru danskir statsborgarar. Tað svarar til næstan fýra prosent av núverandi fólkatalinum í Føroyum, samanborið við 0.8 prosent í 1996.
Viðbrekin støða
Elisabeth Holm er tann fyrsti serfrøðingurin, sum vit hava í samfelagsmálfrøði og tilflyting. Sjálv dámar henni ikki væl hetta spjaldrið "serfrøðingur", men soleiðis er støðan.
- Mín gransking hevur mest av øllum lært meg, at tað er so ómetaliga nógv á hesum økinum, sum ikki er lýst, ikki er granskað og sum vit einki vita um. Tí tykist tað ikki heilt rætt at spjaldra meg sum serfrøðing, sigur nýggi ph.d.-arin.
Ritgerðin lýsir eisini, hvussu viðbrekin støðan kann vera hjá hesum tilflytarum, og hvussu grundarlagið kann verða máað undan teimum í tíðarskeiðinum, har tey baksast við at læra málið, sum jú er lykilin til at fáa atgongd til samfelagið.
Við sjóneykuni á nýggjar tilflytarar til Føroya, vísir ritgerðin á støðutreytaðu umstøðurnar, har føroyskt og danskt eru heft at yrkismenning, flytføri á arbeiðsmarknaðinum og tilgongdum, ið snúgva seg um inklusjón og eksklusjón.
Etnografiska kanningin tekur støði í tilflytarum av øðrum uppruna enn norðurlendskum, sum arbeiða á fiskavirkjum og í reingerðarstørvum.
Eygleitt varð á fiskavirkjum, samrøður vórðu gjørdar við 29 tilflytarar, umframt framhaldssamrøður við nøkur útvald.
Hesar dátur eru greinaðar við støði í nýggjari gransking um ný- og fleirmæli (t.d. O’Rourke et al. 2019), gransking innan fólkaflyting, flytføra arbeiðsmegi og málsligan ójavnað (t.d. Duchêne et al. 2013) og ástøði um "íløgur" (investment) í at læra seg mál (Darvin & Norton 2015).
Ritgerðin veitir eitt týðandi íkast til samfelagsmálfrøði í útjaðarum (t.d. Pietikäinen et al. 2016). Hon avdúkar og vísir á tær avbjóðingar, ið tað hevur við sær at læra smámál í einum tvímæltum samteksti, á fortreytirnar fyri at læra føroyskt, á avmarkaðu møguleikarnar at læra mál í ófaklærdum starvsøkjum, á tær forðingar, sum tilflytarar møta í royndunum at finna arbeiði, ið samsvarar við teirra førleikar, og á leiklutin, ið málsideologi spælir í hesum sambandi.
Ph.d.-ritgerðin er fíggjað av Heriot-Watt Universitetinum í Edinburgh við ískoyti frá Granskingarráðnum.
Vit ynskja Elisabeth Holm hjartaliga til lukku við væleydnaðu ph.d.-ritgerðini.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...