Landsstýrismaðurin á vitjan: Nú skal sjøtil setast á
Í nýggja samgonguskjalinum standa mong mál, sum bæði beinleiðis og óbeinleiðis snúgva seg um Fróðskaparsetur Føroya, og í gjár kom Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, á gátt fyri at seta sjøtil á stóra arbeiðið, sum stendur fyri framman
Fróðskaparsetrið skal uppraðfestast, og fleiri viðkomandi útbúgvingar skulu setast á stovn. Meira skal granskast, mennast og nýskapast, og kampusætlanin og Bolognaavtalan skulu fáast upp á pláss.
Hetta eru bara nakrir av mongu setningunum í samgonguskjalinum hjá nýggja landsstýrinum, sum nú skulu fremjast í verki, og sum fara at krevja nógv bæði av Setrinum og av aðalráðnum. Og fyrrapartin í gjár varð so fyrsta stigið tikið, tá Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og undirvísingarmálum, saman við fremstu embætisfólkum sínum kom á fyrstu almennu vitjanina á Setrinum.
- Setrið hevur ein lyklaleiklut, tá tað snýr seg um menning av privata og almenna geiranum í Føroyum, og eg haldi, at hetta er ein týdningarmikil og eisini spennandi uppgáva at fara undir, segði hann sum tað fyrsta, áðrenn fylgið fór úr Gróthúsinum, har Setursskrivstovan heldur til, á Føroyamálsdeildina og síðani á Frælsið, har umvæling og nýbygging stendur fyri framman í stóru kampusætlanini.
Aftast frá vinstru: Johan Ísak Suni Hansen, fyrisitingarstjóri, Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, Hans Pauli Joensen, dekanur á Náttúruvísindadeildini og vararektari, Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, Martin Zachariasen, rektari, May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi. Fremst frá vinstru: Hans Andrias Sølvará, dekanur á Søgu- og samfelagsdeildini, Ólavur Ellefsen, formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya, og Zakaris Svabo Hansen, varadekanur á Føroyamálsdeildini
Landsstýrismaðurin fekk á vitjan síni kunning um stóru broytingarnar, sum standa fyri framman á Setrinum, ið, sum frá líður, skal savna alt sítt virksemi í eitt felags universitetsøki á Frælsinum og á Debesartrøð. Og hesa kampusætlanina heldur landsstýrismaðurin vera av serligum samfelagsligum og eisini sosialum týdningi.
- Vinnulívið og almenni geirin í Føroyum hava ómetaliga stóran tørv á góðari og útbúnari arbeiðsmegi, og skal Setrið kunna nøkta tørvin á dagførdari vitan og førleikum at loysa samfelagsligu avbjóðingarnar, so mugu vit fremja kampusætlanina í verki. Seinnu árini hava alsamt fleiri valt at taka sína hægri útbúgving á Setrinum, men vit vita eisini frá kanningum, at tey lesandi nevna ónøktandi fysiskar karmar á Setrinum og bústaðartrot sum meinbogar í lestrarlívinum. Tað skulu Føroyar loysa við at fremja kampusætlanina stig fyri stig, so vit fáa skapt eitt spennandi og mennandi lestrarumhvøvi her, har lestraríbúðir eisini verða til taks, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
Ovarlaga á arbeiðsskránni hjá nýggja landsstýrismanninum stendur eisini Bolognaavtalan. Bolognasamstarvið bindur europeiska útbúgvingarøkið saman, soleiðis at m.a. útbúgvingar og útbúgvingaravrik eru flytfør tvørtur um landamørk. Hóast tað hevur staðið leingi á breddanum hjá landsstýrinum, so eru Føroyar framvegis ikki við í Bolognasamstarvinum, har 49 lond luttaka, men tað málið skal røkkast nú, sigur Djóni Nolsøe Joensen.
- Vit skulu fáa ein føroyskan førleikakarm (National Qualifications Framework, red.), sum stendur mát við europeiska førleikakarmin, og eina føroyska góðkenningarskipan, sum góðkennir hægri útbúgvingar í Føroyum. Tað arbeiðið liggur hjá okkum í aðalráðnum, og tað fara vit undir nú, sigur landsstýrismaðurin, sum er tilvitaður um, at hetta fer at seta krøv, tá nýggjar hægri útbúgvingar skulu setast á stovn í framtíðini.
- Tá vit gerast partur av Bolognasamstarvinum, kunnu vit ikki arbeiða ad hoc og stovna nýggjar hægri útbúgvingar í óðum verkum. Vit skulu gera okkum ómak við at tryggja grundvøllin undir útbúgvingunum við hollari gransking, so føroyingar uttan hóvasták sleppa at lesa víðari á øðrum universitetum uttanlands, tí vit hava eina góðkenningarskipan, sum stendur mát, sigur landsstýrismaðurin.
Nú dregur samanum, og hann fer at kava av møkum. Landsstýrismaðurin skutlar sær, og áðrenn hann fer inn í bilin, sigur hann:
- Vit mugu gevast við at tosa um útreiðslu-Føroyar og inntøku-Føroyar. Setrið kostar, men er ein íløga, tí privata vinnulívið hevur tørv á útbúnari arbeiðsmegi hiðani, og gransking og vitan skal til fyri at loysa trupulleikar og fyri at mennast. Tað almenna hevur eisini tørv á skikkaðum fólki og vitan fyri at veita tær tænastur til alt samfelagið, sum skulu til, sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, og biður farvæl.
Lesið samgonguskjalið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn her.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...