Anna Sofía Lava, samskipari á Granskingar- og framtakseindini á Setrinum, og Chik Collins, rektari (Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
11.03.2021
Setrið
Skriva út

Talgild ráðstevna: Virðið í vitanarsamstarvi

Týsdagin og mikudagin í næstu viku verður talgild vinnuráðstevna um vitan, vøkstur og vinnumenning í Arktis, har m.a. Jenis av Rana, landsstýrismaður og Chik Collins, rektari á Setrinum leggja fram

Tað er Arctic Consensus og AAU Arctic, sum skipa fyri ráðstevnuni við heitinum, "Vitan og vøkstur - vinnumenning og nýskapan í Arktis". Ráðstevnan verður hildin frá klokkan 11 til 15 týsdagin 16. mars og mikudagin 17. mars.

Jenis av Rana, landsstýrismaður heldur setanarrøðuna tann fyrra dagin, tá hann fer at tosa um styrkt samstarv millum vitanarstovnar og vinnulív.

Ein spennandi skrá er sett saman, har m.a. Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetrinum tann fyrra dagin hevur framløgu, sum er gjørd saman við Annu Sofíu Lava, samskipara á Granskingar- og framtakseindini á Setrinum.

Fyrilesturin hjá teimum er um virðið í vitanarsamstarvi úr føroyskum sjónarhorni.

Eisini luttekur rektarin í orðaskifti til endans sama dag, har kjakevnið er, hvussu vit tryggja vakstrarfremjandi vitanarsamstørv, og hvussu vit yvirhøvur máta slík samstørv.

Við í tí kjakinum eru, umframt Chik Collins, Ulrik S. Korsholm, sum er formaður í Arctic Hub, og Suzanne Møller, forkvinna á universitetinum í Grønlandi.

Lesið meira og melda til talgildu ráðstevnuna her.

Síggið skránna her.