
Upptøka
Fróðskaparsetur Føroya bjóðar á hvørjum ári útbúgvingar á ymiskum stigum: bachelor, master, hjánám og ískoytisútbúgvingar
Hvørt stig hevur sínar egnu treytir fyri upptøku og sítt egna umsóknarblað.
Tú kanst søkja við at trýsta á knøttin niðanfyri ella úti í høgru síðu. Minst til at velja rætta umsóknarblað.
Títt fyrsta stig er at kanna, hvørja útbúgving tú vilt fara undir. Nærri kunning um einstøku útbúgvingarnar finnur tú undir “Útbúgving”.
Bachelor
Grundleggjandi treytin fyri upptøku á bachelorútbúgving á Setrinum er at umsøkjarin hevur eitt gymnasialt miðnámsprógv. Góðkend miðnámsprógv eru: búskaparbreyt, hugbreyt, náttúrubreyt, tilfeingisbreyt, tøknibreyt og fyrireikingarbreyt. Nakrar útbúgvingar hava so eisini nøkur serkrøv. Hesi sært tú undir upptøkutreytunum til ávísu útbúgvingina.
Hevur tú miðnámsprógv, so søkir tú gjøgnum kvotu 1. Hevur tú útlendskt miðnámsprógv, einki miðnámsprógv, ella metir tú, at títt miðalpróvtal ikki røkkur til upptøku á ynsktu útbúgvingini, so kanst tú søkja gjøgnum kvotu 2.
Til kvotu2-umsóknir er sera týdningarmikið, at tú leggur skjalprógv um allar viðkomandi royndir við í umsóknini. Nærri kunning um hetta er at finna HER.
Master
Til okkara masterútbúgvingar er krav at tú hevur góðkenda bachelorútbúgving á einum øki, sum er viðkomandi fyri tað, sum tú vilt lesa. Júst hvørji øki eru viðkomandi fyri ávísu útbúgvingarnar sæst undir upptøkutreytunum til útbúgvingina.
Hjánám
Tað ber eisini til at søkja gjøgnum kvotu 1 og kvotu 2 til okkara hjánám undir somu ásetingum sum til okkara bachelorútbúgvingar. Grundleggjandi upptøkukravið kann vera eitt sindur ymiskt alt eftir, hvat hjánám talan er um, so tað hevur týdning, at tú kannar hesi krøvini, áðrenn tú søkir. Hesar upplýsingar eru undir upptøkutreytunum til ávísu útbúgvingina.
Søkja uttan fyri Vangan
Ber ikki til hjá tær at søkja gjøgnum Vangan, so ber til at søkja við at senda umsóknarblað til umsokn@setur.fo
Bachelor:
Umsóknarblað til bachelorútbúgvingar - kvotu 1 er HER
Umsóknarblað til bachelorútbúgvingar - kvotu 2 er HER
Leiðbeiningin er HER.
Master:
Umsóknarblað til masteutbúgvingar er HER
Leiðbeiningin er HER.
Hjánám:
Umsóknarblað til hjánám er HER
Leiðbeiningin er HER.