Dreingir í Nuuk (2014)
– samleiki og maskulinitetur (postdoc-verkætlan)
Firouz Gaini, ph.d., lektari í antropologi og samfelagsvísindum
Hetta er postdoc-verkætlan (NTNU í Tróndheimi fíggjar verkætlanina), sum hyggur at gerandislívinum og samleikanum hjá dreingjum í útnorði í dag. Verkætlanin er grundað á tilfar, sum varð savnað inn í Nuuk á vári 2014, men hon knýtir eisini grønlendsku kanningina til tilfar úr Føroyum – fyri at samanbera (at lýsa munir og líkleikar millum samfeløgini). Verkætlanin umboðar eitt íkast til nýggju evropeisku samfelagsgranskingina, ið hyggur at ungdómslívinum í samfeløgum, sum eru eyðkend av sosialum og mentanarligum skifti. Verkætlanin ynskir at lýsa samleikan hjá dreingjum við støði í teirra egnu virðum, tonkum og tulkingum. Úrslitini verða miðlað í vísindaligum greinum, lættari tekstum og í ráðstevnu-framløgum. Verkætlanin umboðar eitt nýtt stig í ungdómsgranskingini hjá F. Gaini, sum byrjaði fyri uml. 15 árum síðani.