Skriva út
Styrki og veikleiki við
gomlu læraraútbúgvingini (2012)
Verkætlanarábyrgd: Hans H. Hansen, undirvísingarleiðari, námslektari í sálarfrøði og námsfrøði
Verkætlanin er ein spurnakanning millum fólkaskúla-lærarar. Kanningin er stuðlað av Fólkaskúlagrunninum. Endamálið við spurnablaðakanningini er at tekna eina yrkisliga mynd av teimum seinastu 100 lesandi, ið hava tikið prógv eftir gomlu læraraútbúgvingini á Føroya læraraskúla. Svargevararnir tóku prógv í 2007, 2008, 2009, 2010 og 2011. Spurnablaðakanningin er skipað í 8 sjálvstøðugar og tó samfastar partar.
Partarnir eru:
- Bakstøðisupplýsingar
- Lestrartíðin á Føroya læraraskúla
- Fyrsta árið sum lærari
- Hvussu trívist tú sum lærari í dag
- Undirvísingarsýni og undirvísingarhættir
- Nútíðarnæmingurin
- PISA-kanningin og landsroyndin
- Eftirútbúgvingartørvur
Úrslitið av spurnablaðakanningini skal fyrst og fremst nýtast sum íblástur, tá ið nýggja læraraútbúgvingin verður stillað, og tá ið eitt dygdargott eftirútbúgvingartilboð skal mennast komandi árini.