Sjóstøðu ávaringarskipan
Verkætlanarábyrgd: Bárður Á. Niclasen og Knud Simonsen
Føroyar er fiskivinnutjóð burturav, og ein stórur partur av flotanum eru lutfalsliga smá fiskifør. Harumframt er eitt stórt tal av smáum frítíðarbátum, og vænta verður at sjóferðavinnan fer at vaksa munandi komandi árini. Hóast hetta er eingin sjóstøðu forsagnarskipan, sum tekur við ávirkan av bæði veðrið og rákið, virkin fyri økið.
Mistur stabilitetur orsaka av sjóstøðuni orsøk til nógv forlis
Kanningar av forlisum, sum eru hend í Noregi og Íslandi, vísa, at í meira enn 50% av hendingunum eru førini kollsigld, og at mistur stabilitetur orsakað av sjóstøðuni í flestu førum er orsøkin. Líknandi niðurstøður eru eisini gjørdar í kanning av skrásetingunum hjá klassingarfelaginum Loyds. Líknandi kanningar av óhappum í føroyskum økið eru ikki gjørdar, men nógv bendir á, at viðurskiftini ikki eru so nógv øðrvísi hjá okkum.
Sjóstøðu ávaringarskipanir í grannalondunum
Siglingarstofa Islands hevur longu tikið hettar til eftirtektar, og hevur eina ávaringarskipan, har teir nýta alduvánirnar frá ECMWF, og innan International Maritime Organisation (IMO) verður arbeitt við at innføra nýggj ávaringar kriteri'ir fyri vandamiklar sjóstøður. Flestu kriteri'ini, sum eru í uppskoti, knýta parametrar fyri sjóstøðuna ímóti stabilitetinum hjá ymsum skipasløgum.
Nevndu kanningar benda á, at tað í størri mun er aldubrattleikin, heldur enn alduhæddin, sum hevur elvt til óhappini. Um streymur er í økinum, so er tað serliga alduhæddin, sum verður ávirkað, meðan rákið bert ávirkar hæddina í lítlan mun. Alduvánamodellini, sum flestu veðurstovnar kring heimin nýta, hava ikki ávirkanin av rákinum á sjóstøðuna við í sínum útrokningum, og hetta er ein vansi í økjum, sum t.d. tí føroyska, har tað er kent at samanrenning av aldum og sjóvarfalsrákinum kann elva til vandamiklar sjóstøður.
Verkætlanin á Setrinum
Seinastu árini hevur Fróðskaparsetrið framt rættuliga neyvar teldusimuleringar av sjóvarfalsrákinum, og í einari PhD-verkætlan er eitt verandi aldumodel tillaga til at taka við ávirkanina, ið streymur hevur á sjóstøðuna. Hesin tólbúnaðurin er høvuðsgrundarlagi undir sjóstøðuávaringarskipanini, sum nú verður ment í einari 2 ára post. doc. verkætlan, sum Granskingarráðið og Fiskivinnuroyndum undir Fiskimálaráðnum fíggja í felag. Í verkætlanini verður skipanin ment og partvíst roynd, og harumframt verður útgreina, hvussu ein slík skipan kann gerast operativ í Føroyum. Verkætlanin endar við ársenda av 2008.
Meira at vita
Fleiri upplýsingar um verkætlanina fáast við at venda sær til Bárður Á. Niclasen, PhD, verkætlanarsettur, ella Knud Simonsen, lektara, verkætlanarleiðara.