University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Lestrarlív

Ferðastuðul innaoyggja

Avsláttur til dagliga ferðing

Til ber hjá lesand á Setrinum, sum búgva uttanfyri Tórshavnar Kommunu, at søkja um skúlakort frá Strandfaraskipum Landsins, sum gevur avsláttur til dagliga ferðing aftur og fram til og frá Setrinum.

Meginreglan í skipanini er, at allir studentar, ið nýta Strandfaraskip Landsins, gjalda sama gjald fyri at koma til útbúgvingarstaðið, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum, tvs. at øll lesandi, ið brúka Strandfaraskip Landsins, skulu gjalda tað sama fyri at koma til útbúgvingarstaðið, sama hvar í Føroyum tey búgva.

Ásett er, at fyri hvørja áfylling (20 túrar aftur og fram) skal studenturin gjalda 100 kr. Fyri eitt gjald á 50 kr. fær studenturin útflýggjað eitt elektroniskt kort (skúlakort), ið bara kann nýtast á einari farleið og bara eina ferð um dagin aftur og fram í og úr skúla.

Treytin fyri at fáa ferðastuðulin er hin sama, ið er galdandi fyri at fáa útbúgvingarstuðulin.

Til ber at biðja um skúlakortið HER.