Skriva út

Free mover

Til tey sjálvstøðugu

Hvat er ein free mover?

Ein “free mover” er ein lesandi, sum tekur eina lestrarhálvu á einum universiteti, sum ikki er partur av einum netverki. Heitið “free mover” er evropeiskt; aðra staðni brúka tey onnur heiti.

Ein free mover skal sjálv/ur skipa fyri øllum tí praktiska í sambandi við lestur uttanlands.

Tú mást byrja at leggja tín free mover skiftislestur til rættis í góðari tíð. Gjarna eitt ár frammanundan.

Hvat skal eg leggja mær í geyma?

Tú mást gera tær greitt, at tú kemur at brúka nógva tíð og orku uppá hetta, tí tú skalt sjálv/ur taka tær av øllum samskiftinum við universitetið, ið tú ynskir at ganga á, í einum skifti.

Tú hevur ábyrgdina av at finna allar viðkomandi upplýsingar, bæði praktiskar og akademiskar.

Tá tú velur eitt free mover universitet, hugsa so m.a. um staðseting, akademiska góðsku og tryggja tær, at skeiðini, tú hevur valt, hóska til tína námsætlan.

Deildin á tínum heimauniversiteti skal góðkenna fakini.

Í flestum førum mást tú gjalda skúlagjald á útlendska universitetinum, ið tú ynskir at lesa á.

Tú kanst søkja Studna um stuðul til skúlagjaldið.¨

Tá tú søkir

Set teg í samband við lestrarstovnin og/ella leita á teirra heimasíðum eftir freistum, umsóknarmannagongdum, upptøkukrøvum, bústaðarmøguleikum og skeiðum at taka.

Kanna, hvat skúlagjaldið er.

Tú mást tryggja tær, at universistetið, sum tú ætlar at taka skiftislestur á, veit av, at tú ikki søkir gjøgnum eitt netverk og at tú ikki skalt taka eina fulla útbúgving.

Tá tú hevur fingið váttað, at tú fært eitt lestrarpláss, syrg so fyri, at tú fært eina formliga upptøkuváttan.

Vegleing

Í sambandi við free moverskiftislestur kanst tú fáa hjálp og vegleiðing á Altjóða Skrivstovuni.

Tað er skilagott at tosa við undirvísarar á tíni egnu deild fyri at fáa íblástur til, hvagar leiðin skal ganga.