Skriva út

Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle

Verkætlanaabyrgd fyri Føroyar: Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning.

Verkætlanartíðarskeið: 2010-2012

Útgávur í samband við verkætlanina: Arbeiðsrit 28, 2011: : Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin

Á heysti 2010 byrjaði verkætlanin Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder, sum er ein verkætlan, ið er fíggjað av Nordisk Ministerråd.

Við í verkætlanini eru fýra útjaðarasamfeløg í Norðurlondum: Vágur í Føroyum, Ísafjørðurin í Íslandi,Gloppen í Norra og Janderup í Danmark.

Verkætlanarleiðari er Karen Vestergaard-Poulsen, sum er stjóri á Det Danske Europa Institut A/S. Tey fýraútjaðarasamfeløgini eru annars umboðaði soleiðis:

  • Janderup, Danmark: Hans Christian Jensen, Formand for Lokalrådet.
  • Gloppen Kommune, Sandane, Norra: Olav Fure, oppvekstsjef Gloppen Kommune.
  • Vágur, Føroyar: Dennis Holm, leiðari á Granskningardepilin fyri Samfamfelagsmenning.
  • Ísafjørður, Ísland: Margrét Geirsdóttir, Forstödumadur Skola- og Fjölskylduskrifstofu.

Endamál við verkætlanini
Endamálið við verkætlanini Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i
udkantsområder er í fyrsta umfari:· at fáa skapt eitt læringsnetverk

  • at styrkja um førleikarnar hjá eldsálum
  • at kunna um nýggj læringsamboð
  • at kunna um loysnings-modellir hjá hvørjum øðrum
  • at økja um kunnleikan til norðurlendskt mál og -mentan og norðurlendskan samleika

Harnæst er endamálið

  • at skapa eitt felags virtuelt rúm
  • at kunna og læra um netverk
  • at skapa rúm fyri útveksling av royndum
  • at skapa góðsku og nýskapan viðvíkjandi læring
  • at betra um eginleikarnar við KT sum samskiftisamboði
  • at geva íblástur til ”aktive citizenship” / at íbúgvar verða virknir
  • at gera vart við mentunarligar ymiskleikar

Tann fyrsti fundurin var í Janderup í vestur Jútlandi í Danmark í døgunum 3. til 7. oktober 2010. Síðani havaverið fundir í Vági í mai 2011, í Ísafjørðinum í august 2011 og í Gloppen í oktober 2011. Seinasti fundur í verkætlanini verður í Janderup í Danmark á sumri 2012.

Verkætlanin hevur egna heimasíðu: www.aktinord.dk har tú kann lesa meiri um verkætlanina, umframt attað á heimasíðuni eru myndir frá teimum fýra bygdasamfeløgunum, sum eru við í verkætlanini.