Samfelagsmenning – vald og demokrati
Undir høvuðsheitinum Samfelagsmenning – vald og demokrati er gjørd granskingar- og menningarætlan fyri komandi árini. Gransking innan evni samfelagsmenning, vald og demokrati fevnir um gransking av teimum mest grundleggjandi viðurskiftunum í samband við, hvussu eitt samfelagið er skipað og samansett, og hvussu virðini í samfelagnum verða býtt.
Evnið Samfelagsmenning - vald og demokrati fevnir víða, men eru í granskingar- og menningarætlanini vald út nøkur undirevnið, ið vit hava valt at leggja dent á komandi árini á Granskingardeplinum fyri Samfelagsmenning.
Valdsanalysur av ymiskum slagi eru í grannalondum okkara oftani týðandi partur av grundarlagnum, tá viðurskifti í samfelagnum verða tikin upp til t.d. politiska viðgerð, mett ella eftirmett, og dagførd ella skipaði av nýggjum. Í Føroyum eru ikki traditiónir fyri slíkar gransking, hóast slík gransking hevur eins stóran týdning í føroyska samfelagnum, sum í grannalondum okkara. Við tað at Granskingardepilin setir evnið Vald og demokrati á dagskrá verður hetta ætlandi broytt og fara ymisk sløg av valdsanalysum at gerast partur av føroysku samfelagsgranskingini í framtíðini.
Dentur verður lagdur á ávís kjarnugranskingarevnir innan samfelagsmenning – vald og demokrati. Hesi eru:
- Tilfeingisumsiting
- Vald í samfelagnum
- Samfelagsmenning í smátjóðum
- Policy studies og aðrar kanningar
- Craft International – siðbundið handverk og ferðavinna
- Luttøka og íverksetan, við denti á lokala framleiðslu, list, mentan og ferðavinnu