Skriva út

Bókasavnið

- á Føroyamálsdeildini

Á Føroyamálsdeildini í V. U. Hammershaimbs gøtu 22  er bókasavn, sum lesandi og starvsfólk kunnu brúka.

Á deildini eru lesistova, tíðarritasavn og handbókasavn. Til høgru finst yvirlit yvir tíðarrit, sum eru tøk á Føroyamálsdeildini.

Útlán

Bókasavnið á Føroyamálsdeildini er stovnsbókasavn uttan alment útlán.

Til ber tí IKKI til at læna bøkur heim við. Tilfarið er einans ætlað at verða brúkt á deildini.

Leita í talgildu skrásetingini av bókum

Til ber at leita eftir bókum í bókasavninum hjá Setrinum í hesum leitigrunni.

Bókavørður

Herluf Hansen, bókavørður, er knýttur at bókasøvnunum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildini.

Herluf Hansen hevur fakligu røktina av bókasøvnunum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting og útvegan av tilfari.

Sambært samstarvsavtalu frá 1994 og seinni dagførd, er bókavørðurin hjá Setrinum fakliga knýttur at Landsbókasavninum.

Bókavørðurin er at hitta

Leiðbeining fæst á Landsbókasavninum mánadag-hósdag  kl. 10-18 og fríggjadag kl. 10-17. Samband fæst eisini umvegis telefon 340525 ella teldupost: lbs@landsbokasavnid.fo