Skriva út

Guðmundur Alfreðsson

Tak niður grein:

The Faroese People as a Subject of Public International Law

Føroyskt úrtak
Heiti: Føroyska folkið sum partur í altjóða lóg. Í hesi greinini hja tí fslendska lógkøna Guðmundi Alfreðssyni verður ført fram, at føroyingar eru folk í altjóða lóg, og at teir eiga sjálvsavgerðarrætt úteftir. Hesin rættur er væl og virðiliga staðfestur í røð av altjóða lógtekstum og í atferð hjá londum og millumlanda stovnum. Sjálvsavgerðarrætturin loyvir einum fólki sjálvum at avgera tess egnu altjóða støoðu. Valið stendur millum sjalvstøðu, frælsan felagskap, og innliman. Framferðarhættir í lóg eru politisk avriggan av hjálandaveldi, frælsistøka, brot við ikki-umboðandi stjorn og loysing sambært sáttmala. Fólk merkir íbúgvarnir í einum øki ella umveldi við egnum mørkum. Folk merkir sostalt ikki tað sama sum minniluti, sum er lýstur grundað á tjoðskaparliga ella etniska samanseting. Rættindi hjá minnilutum viðvíkja verju innlendis uttan at nerta fuliveldi ella umveldi. Føroyingar lúka øll fyrilit fyri sjálvsavgerðarrætti, herundir landøki handan hav, tjóðskaparlig eyðkenni, tilvildarliga útilokan frá ST-listanum yvir hjálond, meðan Grønland var skrásett, væntandi virðing fyri fólkaatkvøðuni í 1946, serliga støðu í donskum rætti, siðvenju og orðingum, ið viðurkenna føroyskan rætt til samleika og sjálvstøðu. Danmark hevur viðurkent føroyingar sum fólk heldur enn minniluta. At gera slíkan skilnað
hevur løgfrøoiligar avleiðingar. Partur [ altjóða lóg hevur avmarkaði rættindi eins og skyldur. Sjálvsavgerðarrætturin er knýttur at eini skyldu at samráðast eins og rættindum at venda sær til altjoða stovnar og onnur ríki. Til tess at slætta leikvøllin kann eitt folk, ið vil brúka sjálvsavgerðarrættin, bjoða altjóða serfrøðingurm uppí samráðingarlið sítt. Meðan undirtøka á folkaatkvøoðu er avgeroandi, so eru lógarspurningarnir viðkomandi fyri støðu og verandi samráðingar Føroya. Verða samráðingarnar úrslitaleysar ella órímiliga seinkaðar, kann tao gerast rætt og rímiligt at lýsa sjálvstøðu einsíðugt. Í teirri støðuni verður viðurkenning frá øðrum londum týðandi, og eisini tá er altjóða lóg grundarlagið fyri
tilgongdini.

English Summary
The artide considers the Faroese right to seif-determination and its implications. It is argued that the Faroese are a people under international law. This follows from the criteria established at international law, including overseas territory, national identity, arbitrary exelusion from the UN list of colonies, non-respect ofthe 1946 referendum, separate treatment in Danish law and practice, and frequent Danish statements accepting a Faroese right to identity and possible independence. As a people the
Faroese are a subject of international law and have limited rights and duties, including a duty to negotiate and access to third parties. !f the right to seif-determination is pursuedfor the purpose of obtaining independence, unilateral action may be possible if negotiations are unsuccessful or
unreasonably delayed. In any event, international law reasoning is obviously relevant.