Jur. dr. Caroline Taube, University of Oslo
Tak niður grein:
Singing revolutions? Constitution building in the Baltics and the Faroe islands
Føroyskt úrtak
Syngjandi Kollveltingar?
Grundlógarsmíð í baltisku londunum og í Føroyum.
Síðst í 1980’unum var gamli siðurin at savna nógv fólk í stórum tjøldum at singja tjóðskaparsangir við at endurreisa tjóðskaparrørslurnar í Estlandi, Letlandi og Litava. Tað eydnaðist at loysa londini frá Sovjetsamveldinum og henda frælsistilgongdin fekk heitið “syngjandi kollveltingin”. Tey trý fóru síðani undir at smíða nýggjar stjórnarlógir. Føroyingar hava – umframt sangmentanina – eisini tað til felags við baltisku londini at skula smíða eina stjórnarskipan til uppá seg smá viðurskifti. Í baltisku londunum vóru tað serliga undir lógkønir, sum saman við nøkrum tingmonnum skrivaðu nýggjur stjórnarskipaninar. Tey, ið smíðaðu hesar nýggju grundlóg,ir gjørdust ofta sjálvi limir í teimum ovastu dómstólunum, sum skuldu døma eftir, rætta og tulka hesar nýggju lógir. Onnur avbjóðing var at taka støðu til ,hvussu nýggju stjórnarlógirnar skuldu samtykkjast – á tingi ella á fólkaatkvøðu, við vanligum, avgjørdum ella serliga stórum meiriluta? Eisini var spurningurin frammi, um londini heldur skuldu venda aftur til tær gomlu grundlógirnar frá tíðini undan sovjetsamveldinum. Uppií hesum var spurningurin, um londini skuldu velja tað einstreingjaðu skipanina við tingræði (parlamentarismu) ella heldur leggja størri dent á valdsbýti við forsetaskipan .Felags fyri londini var, at tey funnu fram ymsar serliga politiskar stovnar við uppruna í egnu siðvenju teirra ,eitt nú lógarkanslaran í Estlandi, og at hesar nýggju stjórarnarlógir gjørdust sera týðani tjóðskaparligar ímyndi.r