Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle
Verkætlanaabyrgd fyri Føroyar: Dennis Holm, samfelagsfrøðingur, Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning.
Verkætlanartíðarskeið: 2010-2012
Útgávur í samband við verkætlanina: Arbeiðsrit 28, 2011: : Nógv at læra úr Norra – ferðafrásøgn frá vitjan við Gloppenfjørðin
Á heysti 2010 byrjaði verkætlanin Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i udkantsområder, sum er ein verkætlan, ið er fíggjað av Nordisk Ministerråd.
Við í verkætlanini eru fýra útjaðarasamfeløg í Norðurlondum: Vágur í Føroyum, Ísafjørðurin í Íslandi,Gloppen í Norra og Janderup í Danmark.
Verkætlanarleiðari er Karen Vestergaard-Poulsen, sum er stjóri á Det Danske Europa Institut A/S. Tey fýraútjaðarasamfeløgini eru annars umboðaði soleiðis:
- Janderup, Danmark: Hans Christian Jensen, Formand for Lokalrådet.
- Gloppen Kommune, Sandane, Norra: Olav Fure, oppvekstsjef Gloppen Kommune.
- Vágur, Føroyar: Dennis Holm, leiðari á Granskningardepilin fyri Samfamfelagsmenning.
- Ísafjørður, Ísland: Margrét Geirsdóttir, Forstödumadur Skola- og Fjölskylduskrifstofu.
Endamál við verkætlanini
Endamálið við verkætlanini Lærings- og inspirationsnetværk for aktive ildsjæle i 4 nordiske lokalsamfund i
udkantsområder er í fyrsta umfari:· at fáa skapt eitt læringsnetverk
- at styrkja um førleikarnar hjá eldsálum
- at kunna um nýggj læringsamboð
- at kunna um loysnings-modellir hjá hvørjum øðrum
- at økja um kunnleikan til norðurlendskt mál og -mentan og norðurlendskan samleika
Harnæst er endamálið
- at skapa eitt felags virtuelt rúm
- at kunna og læra um netverk
- at skapa rúm fyri útveksling av royndum
- at skapa góðsku og nýskapan viðvíkjandi læring
- at betra um eginleikarnar við KT sum samskiftisamboði
- at geva íblástur til ”aktive citizenship” / at íbúgvar verða virknir
- at gera vart við mentunarligar ymiskleikar
Tann fyrsti fundurin var í Janderup í vestur Jútlandi í Danmark í døgunum 3. til 7. oktober 2010. Síðani havaverið fundir í Vági í mai 2011, í Ísafjørðinum í august 2011 og í Gloppen í oktober 2011. Seinasti fundur í verkætlanini verður í Janderup í Danmark á sumri 2012.
Verkætlanin hevur egna heimasíðu: www.aktinord.dk har tú kann lesa meiri um verkætlanina, umframt attað á heimasíðuni eru myndir frá teimum fýra bygdasamfeløgunum, sum eru við í verkætlanini.