
Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkisráðnum heldur røðu fyri Árna Olafssyni, tá bókin um føroyskan uttanríkispolitikk, Heimsins nalvi, kom út fyrst í apríl 2025 (Foto: Annika Sølvará)
Aðalstjórin helt takkarrøðu fyri gamla føroyska diplomatinum
Á útgávutiltaki á Søgu- og samfelagsdeildini 2. apríl, tá uttanríkispolitiska bókin, Heimsins nalvi, kom út, bar Herálvur Joensen, aðalstjóri í Uttanríkisráðnum, fram hesa tøkkina til Árna Olafsson, sum í mong harrans ár arbeiddi sum serkønur í føroyskum viðurskiftum í danska Uttanríkisráðnum
Góðu tit.
Fyrst vil eg takka Fróðskaparsetrinum, forlagnum Fróðskapur og starvsfólkum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum fyri gott samstarv um bókina Heimsins Nalvi.
Tað er gott, at Fróðskaparsetrið og Fróðskapur eisini skipa fyri útgávum og tiltøkum av hesum slagnum, ið venda sær til breiðan og almennan skara. Eg vil eisini nýta høvið til at viðmerkja, at tað gleðir meg sum fyrrverandi formann í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið, at mál alsamt oftari verða viðgjørd í miðlunum við serfrøði frá okkara egna universiteti. Tað er stórt framstig fyri okkara samfelag.
Tað er mær ein sonn gleði at bera fram eina kvøðu til Árna. Men fyrst má eg koma við einum disclaimara: eg havi altíð kent Árna Olafsson.
Kona Árna er eins og eg skálafólk. Javngomul við og vinkona mammu mína. Tí hava vit mangan upplivað Árna, Annu og Maluna sum gestir í okkara barnaheimi. Og vit systkin minnast eisini aftur á eina sera hugnaliga vitjan í heimi tykkara í Søborg í 1975. Eitt sum vit minnast hesa vitjanina fyri er, at tað eftir máltíðina var jazztónleikur á grammofonini. Tað var forkunnugt. Nógv gott kann sigast um at vaksa upp í Eysturoynni í sjeytiárunum, men har var ikki nógvur jazztónleikur.
Eg spurdi eldru systir mína, hvussu Árni var, tá ið vit vóru børn. Hon nevndi serliga tvey viðurskifti. Annað var, at Árni tosaði við okkum børn á sama hátt, sum hann tosar við vaksin – hann vísir altíð áhuga fyri teimum, ið hann tosar við. Tað settu vit stóran prís uppá. Hitt, sum systir mín nevndi, var, at Árni hevði flent í kíki, tá ið hon einaferð hevði sagt honum, at mín yndisbók – eg var um 10 ára aldur – var bókin Val og valtøl hjá Einari Waag.
Tá ið eg í 1994 gjørdist løgfrøðingur á Oljufyrisitingini, kom eg at samstarva tætt við Árna Olafsson.
Tað var skjótt, at eg legði til merkis stóru virðingina, sum politiska skipanin hevði fyri Árna – ikki minst orsakað av hansara avrikum, tá ið vit fingu egna rødd í fiskiveiðisamráðingum, soleiðis sum Árni júst hevur greitt okkum so væl frá.
Ein uppgáva hjá Oljufyrisitingini var at vera skrivstova hjá Oljuráðleggingarnevndini, ið landsstýrið hevði skipað við Árna sum formanni. Tað var fyrisitingarlig og diplomatisk meistaralæra við lít. Árni legði stóran dent á, at øll viðurskifti vórðu væl lýst, hvør steinur skuldi vendast. Nátúrliga forvitni hjá Árna, samantvinnað við hugin at venda málunum aftur og aftur, styttu ikki beinleiðis um fundirnar – og eg skal viðganga, at eg mangan helt hetta vera eitt sindur langligt, tí eg helt meg hava fatað, hvar málið fór at lenda. Eg hevði mangan hug at snøra posan, tá ið Árni enn einaferð vildi venda málinum. Hansara tolni, nærlagni og djúphugsni er fremsta orsøkin til drúgvu og væl frágingnu frágreiðingina.
Ingibjørg Berg var høvuðsskrivari hjá Oljuráðleggingarnevndini, meðan eg arbeiddi mest saman við løgfrøðingunum í nevndini um sjálvt uppskotið til kolvetnislóg. Einaferð Ingibjørg hevði skrivað frágreiðing, og enntá eina púra rætta endurgeving av tí, ið varð sagt á fundinum, ringdi Árni úr Keypmannahavn og lærdi okkum um, at vit kanska skuldu endurgeva limirnar fyri tað, ið teir høvdu ynskt, at teir høvdu sagt, heldur enn tað, ið teir søgdu. Av sonnum góð ráð fyri okkum, ið av og á skriva frágreiðingar frá fundum!
Á sumri 1997 varð frágreiðingin ”Fyrireikingar til oljuleiting” handað Edmundi Joensen, løgmanni. Árni Olafsson hugleiddi eitt sindur um arbeiðið hjá nevndini og um oljuvirksemi yvirhøvur. Eg minnist, at tú endaði við at siga nakað um, at vit sjálvandi ikki vistu, hvussu hetta fór at vignast og so endurgav tú úr yrkingini hjá Janusi Djurhuus til Jóannes bónda, at ”… ríkur roynst róður á mið, ið ei er …”. Orðini hava, soleiðis sum tað hevur gingið við leitingini eftir kolvetnum, roynst profetisk. Oljuævintýrið hevur higartil – fyri at halda seg til meginskaldið – verið ”sjónhvørving følsk”.
Eitt annað starvsøki, har vit báðir komu at samstarva, vóru samráðingar við Bretland um landgrunsmarkið. Landamørk verða sjáldan gjørd aftur, so tað ræður um at fáa gott úrslit ta einu ferðina, ið markið verður sett. Sum longu lýst hevði Árni við sínum nærlagni og analytisku gávum, øll tey evnini, ið kravdust til uppgávuna. Men eg havi hug harafturat at taka fram hansara serligu evni at skilja mótpartin og meta um, hvussu mótparturin hugsar, tekur ímóti okkara uppskotum o.s.fr. Hetta eru altavgerandi evni í eini samráðingarstøðu, tí dugir tú hetta kynstrið, verður tú sjáldan tikin á bóli.
Seinni samstarvaðu vit um nógv ymisk mál, meðan eg var sendimaður í Keypmannahavn. Eitt nú vóru vit, saman við politiska stjóranum í danska uttanríkisráðnum, á fundi við russiska varasendiharran, tá ið Skálaberg varð tikin í russiskum sjógvi í november 2009.
Góði Árni.
Títt lívsstarv gjørdist at vera serkønur í føroyskum viðurskiftum í danska uttanríkisráðnum. Tað var ikki altíð ein løtt uppgáva, tí danska skipanin viðhvørt metti teg sum umboð fyri føroysku skipanina, meðan føroyska skipanin kanska onkuntíð metti teg sum umboð fyri ta donsku. Tíbetur hendi hetta ikki ofta, og mangan ganga áhugamálini heldur ikki uppá tvørs av hvørjum øðrum. Vit, sum kenna teg og hava arbeitt saman við tær, hava ongantíð ivast í, hvar tín loyalitetur lá.
Eg kann lýsa hetta við einum dømi:
Ein várdag í 2012 – vit vóru flutt heim til Føroya, men eg hevði framhaldandi ábyrgdina av sendistovuni í Keypmannahavn og var tí staddur í býnum – ringdi Árni. Ørindini vóru at biðja meg koma inn á gólvið. Eg var beint við danska uttanríkisráðið, staddur á Knippelsbrúnni, og legði at landi hjá Árna. Tá gavst tú mær stillførur og álvarsamur eitt skjal í hondina og segði: Eg haldi, at tit eiga at kenna hetta skjalið.
Hetta var fyrstu ferð, at vit sóu uppskotið til tað, ið vit seinni komu at kenna sum fyriskipan 1026/2012, sum heimilar ES at seta tiltøk í verk ímóti londum, sum eftir ES tykki ikki samstarva nóg væl við ES um býti av ymiskum fiskastovnum. Skjalið, tú gav mær í hondina, var, saman við tí, ið sendimaður okkara í Brússel um tað mundið, Gunnar Holm-Jacobsen, hevði snoddað seg fram til í ES høvuðsstaðnum, meginorsøkin til, at føroyskir myndugleikar vóru so væl fyrireikaðir til handilsliga partin av ósemjuni, ið tók seg upp, tá ið ES setti tiltøk í verk móti Føroyum, tí teimum ikki dámdu okkara atferð, tá ið vit settu makrel- og sildakvotur.
Hesa løtuna á Asiatisk Plads skilti eg, at hjartað er har, ið rótin rann.
At enda fari eg vegna okkum í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum at siga, at tað ikki bara eru góðu úrslitini, sum tú hevur avrikað, ið hava havt týdning. Fyri okkum, ið hava gingið á tínari slóð, hevur alt tað, tú hevur lært okkum um arbeiðslag, nærlagni, krøv til góða fyrireiking og professionella atferð havt uppaftur størri týdning.
Fyri alt hetta loyvi mær, eisini vegna Føroyar, og enn einaferð við orðum úr ørdinum hjá Janusi Djurhuus at siga: ”… eg takki tær túsundfalt …”.
Takk fyri.
Árni Olafsson helt sjálvur eisini eina áhugaverda framløgu um nakrar av stóru uttanríkispolitisku hendingunum á drúgvu starvsleið síni
Fult hús var á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini. Mong vóru komin at lurta eftir framløgunum, sum vóru á skránni, og at ogna sær bókina
Fyrsta upplagið hevur gingið sum heitt breyð, og forlagið Fróðskapur hevur bílagt uppafturprent